Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 224
240
Nr. 93.
7. oktober.
KUNNGERÐ
um
virksemi og starvstreytir hjá skrásettum grannskoðarum.
Við heimild í § 8 í løgtingslóg nr. 65 frá 21. mai 1980 um skrásettar grannskoðarar hevur
landsstýrið fyrisett:
§ 1. Ein skrásettur grannskoðari skal gera tað arbeiði, sum honum er litið upp i hendur, við
umhygni og nákvæmi og í samsvar við góða roknskapar- og grannskoðanarsiðvenju og við
tí skjótleika, sum slagið av arbeiði loyvir.
§ 2. Ein skrásettur grannskoðari má ikki treyta sær hægri samsýning fyri arbeiði sítt, enn hvat
rímiligt má haldast at vera.
2. stk. Ein skrásettur grannskoðari má ikki treyta sær samsýning, sum stendur í mun til
økonomiska úrslitið av arbeiðinum.
§ 3. Ein skrásettur grannskoðari má ikki við sáttmála tryggja sær rætt til at geva viðskifta-
fólki bókhald- ella roknskaparhjálp fyri meira enn eitt roknskaparár í senn.
§ 4. Skrásettir grannskoðarar mugu ikki
1. reka virki, sum er treytað av almennari góðkenning ella loyvi,
2. hava fastlønt starv hjá tí almenna. burtursæð frá starvi sum lærari við vinnulívs undirvísing,
3. hava starv sum stjóri, fyrisitari, avtøkustjóri ella starvsmaður á einum vinnuvirki ella stovni,
sum rekur annað virksemi enn bókhalds-, roknskapar- og grannskoðaravirki.
2. stk. Ynskir ein skrásettur grannskoðari at reka eitt virki ella hava starv, sum ikki er á sátt
við starvið sum skrásettur grannskoðari, skal hann, áðrenn hann byrjar virkið ella fer í starv,
strikast úr grannskoðaraskrásetingini.
§ 5. Skrásettir grannskoðarar mugu ikki við teirra eftiransan av kundaviðurskiftum uttan
samtykt kundans fyri seg sjálvar ella aðrar av triðja manni taka ímóti ella krevja ognar-
fvrimunir.
§ 6. Skrásettir grannskoðarar mugu ikki í íognarfelag ella á líknandi hátt reka bókhalds-,
roknskapar- og grannskoðanarvirki saman við øðrum enn skrásettum grannskoðarum.
2. stk. Um tað í lógini ella viðtøkunum hjá einum virki stendur, at fleiri grannskoðarar skulu
veljast, kunnu starvsfólk ella medíognarar hjá einum valdum skrásettum grannskoðara ikki
veljast sum medgrannskoðarar. Verður eitt grannskoðarafelag ella ein skrásettur grannskoðari
í einum slíkum felag valdur sum tann eini grannskoðarin, kann eingin, sum starvast í felagnum,
verða valdur sum medgrannskoðari.
§ 7. Sjálvstøðugt virkandi grannskoðarar, grannskoðaraíognarfeløg og grannskoðara-
partafeløg o. fl. skulu føra eitt eftir umstøðunum hóskandi yvirlit yvir slag og fremjan av
grannskoðanararbeiði og goyma hetta yvirlit og avrit av givnum váttanum, frágreiðingum og
roknskapum i minsta lagi í 5 ír.