Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 25
41
Nr. 14.
4. februar.
KUNNGERÐ
um
fiskiskapin á landleiðini við fiskiførum, sum hava heimstað og eru skrásett í kongaríkinum.
Við heimild í § 4, 1. stk. í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleiðini og í
samráð við løgtingsins fiskivinnunevnd hevur landsstýrið fyrisett:
Veiða við troli v.m.
§ 1. Veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd á hesum leiðum í
teimum tilskilaðu tíðarskeiðunum:
a. Alt árið innanfyri linjur drignar 12 fjórðingar frá grundlinjunum. Frá forboðnum eru tó tey
skipini undantikin, ið hava serloyvi til troling.
b. Alt árið á Føroya Banka innanfyri linjur drignar millum hesi 7 støðini og í hesari raðfylgju:
1.
2.
3.
4.
5.
6.
7.
60°59’00” N
6ri5’30” N
61°13’20” N
61°00’00” N
60°48’40” N
60°25’50” N
60°47’30” N
07°51’00” V
08°16’00” V
08°42’12” V
09° 11 ’OO” V
09°25’00” V
09°09’00” V
08°22’00” V
c. I tíðarskeiðinum 15. februar til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 12 og 20
fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19’17” N 07°05’28”
V) og 0° rættvísandi úr Norðbergi (62°21’16” N 06°18’00” V).
d. í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 10. apríl, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 12 og 20
fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Norðbergi (62°21’16” N 06°18’00”
V) og 45° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27” N 06°15’00” V).
e. I tíðarskeiðinum frá 17. april til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 15 og 25
fjórðingar frá grundlinjunum millum 90° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27” N 06°15’00” V)
og 90° rættvísandi úr Njóvanesi (62°07’42” N 06°35’12” V).
f. I tíðarskeiðinum 1. september til 15. oktober, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 16
fjórðingar frá grundlinjunum millum 195° rættvísandi úr Akraberg vita (61°23’38” N
06°40’15” V) og 240°rættvísandi úr Ørnanípuni (61°38’48” N 06°58’30” V).
g. I tiðarskeiðinum 1. apríl til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 24 fjórðingar frá
grundlinjunum millum 240° rættvísandi úr Trælanípuni (62°01’12” N 07°13T2” V) og
breiddarstigið 61°55’00” N.
h. I tíðarskeiðinum 15. oktober til 31. december, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 17
fjórðingar frá grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Mykineshólmi (vitanum)
(62°05’50” N 07°40’25” V) og 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19’17” N 07°05’28” V).
2. stk. Skovlváð, trol, snurriváðir og líknandi net skulu, tá ið skip eru stødd ella sigla á teimum
í 1. stk. nevndu leiðum og í teimum har tilskilaðu tíðarskeiðum, har veiða við hesum reiðskapi
ikki er loyvd, hava henda reiðskap burturstúgvaðan á sínum náttúrliga staði og trolwirar
útsjeklaðar.
3. stk. Landsstýrið kann eftir umsókn gera undantak frá forboðnum í 1. stk., tá ið talan er um
veiðu eftir hummara, skeldjórum, veiðu við rannsóknarendamáli ella til roynd av fiskireiðskapi.
Tílík lovvi skulu altið vera tiðarbundin.
§ 2. Einki skip má nýta skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net, ið verður drigið gjøgnum
sjógvin, sum í nøkrum parti hevur smærri meskar enn 135 mm, tá ið talan er um bumull, hamp,
polyamid fibur ella polyester fibur; er talan um annað tilfar ikki smærri meskar enn 145 mm.
6 — Kunngerðasavn 1980