Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 6
22
§ 12. Landsskúlaráðið góðkennir øll byggimál, sbr. tó § 2, 1. stk. pkt. e. Til tess landsstýrið
hevur sent út serligar reglur um slíkar málsviðgerðir, eigur ráðið at fylgja teimum reglum, sum
hava verið nýttar innan 1. august 1979.
2. stk. Landsskúlaráðið kann loyva, at landsskúlastjórin góðkennir smá byggimál og
smávegis broytingar í áður góðkendum byggiætlanum.
§ 13. Við støði í tilmæli frá landsskúlastjóranum kann Landsskúlaráðið áseta reglur um,
hvussu ein skúli ella stovnur verður innrættaður.
§ 14. Landsskúlaráðið eigur at fáa til góðkenningar figgjarætlan, sum landsskúlastjórin hevur
gjørt fyri alt undirvísingarverkið, og senda hana víðari til landsstýrið.
§ 15. Umframt tær almennu reglur, sum eru nevndar í §§ 5 - 12, eigur Landsskúlaráðið at fáa
til góðkenningar allar aðrar slíkar almennar reglur, sum neyðugar eru hjá lóggávuni fyri
undirvísingarverkið.
2. stk. Almennar reglur, ið verða sendar út sum veruligar kunngerðir, sbr. § 2, 1. stk. eiga at
verða lagdar fyri landsstýrið.
3. stk. Almennar reglur, ið ikki verða sendar út sum veruligar kunngerðir, sendir skúlastjórin
út sum rundskriv.
§ 16. Landsskúlaráðið hevur skyldu at geva tilmæli í øllum teimum málum, sum verða løgd
fyri landsstýrið, sbr. § 2.
§ 17. Landsskúlaráðið hevur skyldu at geva tilmæli í øllum teimum málum innan
undirvísingarverkið, sum landsstýrið leggur fram fyri ráðið. Slík mál verða viðgjørd á sama hátt
sum øll onnur mál, sbr. § 6.
§ 18. Landsskúlaráðið hevur skyldu at átaka sær uppgávur innan skyld umráði, sum
landsstýrið áleggur tí.
2. stk. Slíkar uppgávur eiga, um so er, at einki annað er ásett av landsstýrinum, at verða
viðgjørdar á sama hátt sum øll onnur mál, sbr. § 6.
§ 19. Landsskúlaráðið kann ikki skjóta eitt mál til landsstýrið, men tað eigur sjálvt at taka
avgerð í málinum ella geva tilmæli í teimum málum, sum nevnd eru í § 2, áðrenn tey verða løgd
fyri landsstýrið.
2. stk. Tær avgerðir, sum Landsskúlaráðið tekur, kunnu kærast til landsstýrið, sbr. tó § 1,3.
stk. i lógini um skúlafyrisiting.
§ 20. Avgreiðslustjórin eigur at skipa fyri, at ein skrivlig frásøgn verður gjørd sum skjótast
aftan á fund í Landsskúlaráðnum, og sum ráðið eigur at góðkenna.
2. stk. Landsskúlastjórin fyriskipar, at tær samtyktir, ið Landsskúlaráðið hevur gjørt, verða
settar í verk sum skjótast.
§ 21. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.
FØROYA LANDSSTÝRI, 2. januar 1980.
Hergeir Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/J. Djurhuus (sign.)