Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 95
111
Nr. 36.
14. apríl.
KUNNGERÐ
veiðu av svartkjafti á landleiðini við skipum úr ávisum londum í 1980.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond hevur
landsstýrið fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleiðini er
loyvt skipum, sum eru skrásett og heimahoyrandi í ávísum lonđum, samanber skjal 1, at reka
beinleiðis fiskiskap eftir svartkjafti (Trisopterus Poutassou) á sjóøki Føroya við tí skipatali og
eftir teimum nøgdum, ið eru tilskilaðar í skjalinum.
2. stk. 1 tíðarskeiðinum 1. januar til 30. apríl og frá 1. juli til 31. december, allir 4 dagarnir
íroknaðir, er beinleiðis veiða av svartkjafti ikki loyvd innanfyri linjur drignar 21 fjórðingar frá
grundlinjunum, tó ikki
(a) innan fyri 24 fjórðingar millum 240° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04” N 06°57’05” V)
og 320° rættvísandi úr Barðinum (62°08’30” N 07°27’00” V),
(b) innan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38” N 06°40’15”
V) og 195° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38” N 06°40’15” V) og
(c) á Føroya Banka innanfyri linjur drignar millum hesi 8 støðini og í hesari raðfylgu:
1. 60°59’00” N 07°51’00" V
2. 61°15’30” N 08°16’00” V
3. 61°13’20” N 08°42’12” V
4. 61°00’00” N 09°11’00” V
5. 60°48’40” N 09°25’00” V
6. 60°25’50” N 09°09’00” V
7. 60°36’30” N 08°45’00” V
8. 60°45’40” N 08°37’00” V
3. stk. I tíðarskeiðinum 1. mai - 30. juni, báðir dagarnir íroknaðir, er beinleiðis veiða av
svartkjafti ikki loyvd innanfyri linjur drignar 21 fjórðingar frá grunđlinjunum, tó ikki
a) innan fyri 24 fjórðingar millum 245° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04” N 06°57’05” V) og
320° rættvísandi úr Barðinum (62°08’30” N 07°27’00” V),
b) innan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38” N 06°40’15” V)
og 180° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38” N 06°40’15” V),
c) innan fyri 200 m dýpdarlinjuna millum 245° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04" N
06°57’05” V) og 180° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38” N 06°40’15” V) og ikki innan
fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum, og
d) á Føroya Banka, jbr. 2. stk. c.
§ 2. Treyt fyri at innan fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at
(1) skipið hevur fingið fiskiloyvi til svartkjaftaveiðu,
(2) landsstýrið (Fiskivinnustovan), áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um navn
skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og
-nummar, skipastødd. longd, brutto- og nettotonnagu og maskinhestakreftir,
(3) skipið yvir Tórshavnar Radio sigur Fiskivinnustovuni frá, tá tað kemur inn á landleiðina og
sigur frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á sjóøki Føroya, flokkað eftir
Fiskasløgum og nøgd,
(4) skipið dagliga fyrrapartin sigur Fiskivinnustovuni frá, hvar tað er statt kl 07.00 GMT,