Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 131
147
Nr. 58.
13. mai.
KUNNGERÐ
um
útvarpsgjald.
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 23 frá 28. mars 1956 um útvarp verður útvarpsgjaldið fyri
1980 fyrisett:
I. Hann, ið nýtir radiomóttakara, skal gjalda árligt gjald kr. 215,-. Menn, iðseljaella umvæla
radiotól og nýta radiomóttakara í virki sínuni, svara gjald av einum móttakara í virki
sínum. Somuleiðis verða goldnar kr. 215,- árliga fyri:
a) Móttakarar, ið eru í húsunum hjá loyvishavaranum, og sum verða nýttir av arbeiðs-
gentum, lærlingum, gistandi og øðrum (millum annað av børnum, ið fylt hava 18 ár,
sum sjálvi eiga ella nýta radiomóttakara),
b) móttakarar í bilum og umborð á skipum og bátum,
c) móttakarar uppsettir í skúlum, sjúkrahúsum, aldursheimum og tílíkum,
d) móttakarar uppsettir í krambúðum, skrivstovum, hotellum, verkstøðum og tílikum.
II. Fyri lurtaratól, uppsett undan 1. apríl 1980 skal gjaldið verða goldið innan ló.juni 1980.
Um goldið verður aftaná 16. juni 1980 verðurat gjalda eykagjald kr. 10,-. Fyri móttakarar,
uppsettir í tiðarskeiðinum 1. juli til 31. december, verður at gjalda kr. 107,50.
III. Verður radiomóttakari seldur ella á annan hátt latin øðrum, skal boðast útvarpinum frá
skrivliga beinanvegin og í seinasta lagi 10 dagar eftir, fyri at sleppa undan at gjalda fyri
næsta hálvár. Tann fyrri eigarin hevur skyldu at gjalda fyri tað hálvár, hann letur
radiomóttakaran í. Um radiomóttakari gerst ónýtiligur, eigur at boðast útvarpinum frá
skrivliga beinanvegin og í seinasta lagi 10 dagar eftir fyri at sleppa undan at gjalda fyri
næsta hálvár.
Tey, sum ikki gjalda rættstundis, koma samsvarandi lógina um útvarp undir sekt, eins og
gjaldið verður pantað.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 13. mai 1980.
Dánjal P. Danielsen (sign.)
landsstýrismaður
/J. Djurhuus (sign.)