Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 160
176
Søla um aðrar mjólkarsølur:
Uppgerð frá mjólkarsølu hvønn mánaða við váttan framleiðarans, tilskilaðum litratali,
avroknaðum innkeypsprísi (íroknað studningi) og søluprísinum til brúkara.
ad 2) Avlopsmjólk:
Uppgerð yvir avlopsmjólk skal vera á somu uppgerð, sum meiarí senda inn um
vanligan studning.
ad 3) Slaktineytakjøt:
Boðað verður Føroya Jarðarráð frá, áðrenn neyt verða dripin. Við endaligu umsóknini
má fylgja kvittað rokning frá sølubúð ella keypara og váttan av aldri, drápsvekt og kiloprísi,
sum keyparin avroknar framleiðaranum.
ad 4) Rómastudningur:
Jarðarráðið avger, hvørjar tær bygdir eru, ið liggja so óhøgliga fyri, at tær koma undir
studningsveitan til róma.
ad 5) Privat mjólkarsøla:
Framleiðarin sendir inn váttan frá keypara (brúkara) yvir litratal við tilskilan av tí
prisi, kevparin hevur rindað, uppgjørt á oyðubløð, sum fáast frá Jarðarráðnum.
ad 6) Flutningsstudningur:
Flutningsstudningur verður bert veittur til veruligar útreiðslur (sambært kvittaðar
rokningar), tá keypari, meiarí ella mjólkarsøla váttar á serliga uppgerð, at mjólkin er flutt úr
aðrari bygd.
Studningurin verður útgoldin soleiðis:
Til mjólkarsølu, tá kvittað rokning fyriliggur, at flutningurin er goldin til framleiðara,
tá keypari (mjólkarsøla) í aðrari bygd váttar litratal og keyps- og søluprís, og kvittar á
uppgerðina. Flutningsstudningur má standa í mun til flutningsstrekkið, og kann verða
avmarkaður við 1 oyra pr. litur pr. km, tó ikki undir 5 oyru og ikki upp um 20 oyru fyri liturin.
ad 7) Studningur til javning av mjólkarframleiðsluni:
Javningarstudningurin verður býttur út eftir eini av landsstýrinum góðkendari
útrokning. Henda útrokning verður, í umfarsskrivi, gjørd øllum mjólkarframleiðarum kunnug.
Umsóknir:
Allar umsóknir og uppgerð eftir hesi kunngerð verða í seinasta lagi 14 dagar eftir tað
tíðarskeið, ið ikki skal vera longri enn 3 mánaðar, uppgerðin viðvíkir, at senda Føroya
Jarðarráð, ið umsitur studningin.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 12. juni 1980.
Dánjal P. Danielsen (sign.)
landsstýrismaður
/J. P. Ellendersen (sign.)