Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 202
218
Y. Farbreytarljós
Nýtt verða:
§51.
xlx
Y 17: Farbreytarljós.
Ljósið kann vísa reyðan kross ella grønan píl,
ið vísir niðureftir. Reyður krossur skilar til, at
ikki er loyvt at koyra á farbreytini ímóti ljós-
inum. Grønur pílur skilar til, at loyvt er at
koyra á farbreytini, um tað ikki er ímóti aðrari
stýring. Skiftir ljósið til reyðan kross, skulu
ferðandi skjótast fara á farbreyt, sum loyvt er
at koyra á. Er eingin tílik, skulu ferðandi
steðga.
Z. Blunkljós
§52.
Hesi blunkljós verða nýtt:
Z 72: Reytt blunkljós.
Ljósið kann visa eitt ella tvey reyð blunkljós.
Tað verður sett við brýr, sum kunnu latast upp,
og onnur støð, har flytandi bummar verða nýtt-
ir. Eisini verður tað sett har, neyðsendarakfør
koyra frá og á støðum, har flogfør flúgva lágt
tvørtur um vegin.
2. stk. Reytt blunkljós boðar frá, at ferðandi
skulu steðga fyri steðgstriku ella, um eingin tí-
lík strika er, nóg langt frá ljósinum. Koyrandi
skulu ikki steðga um tey, tá ljósið verður tendr-
að, eru komin so langt, at hættisligt er at
steðga.
3. stk. Aftur at reyðum blunkljósi kann
klokkuringing verða nýtt. Hetta hevur sama
týdning sum ljósið, og klokkan fer at ringja
samtiðis, sum ljósið verður tendrað, men kann
verða steðgað, áðrenn ljósið verður sløkt.
Z 93: Gult blunkljós.
Ljósið kann vísa eitt ella fleiri gul blunkljós
ella kann vera tilevnað við gulum ljósstrúti,
sum melur runt. Tað boðar frá, at ferðandi
skulu vera serliga varin, og verður sett upp, har
vegarbeiði fer fram, við gonguteigar og aðra-
staðni, har neyðugt er við tílíkari ávaring, smb.
tóZ 95.