Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 208
224
Nr. 78.
11. juli.
KUNNGERÐ
um
brygging og útflýgging av sterkum oli.
Við heimild í § 1,2. stk. í lóg nr. 115 frá 4. apríl 1928 viðseinni broytingum »om forbud mod at
drive erhverv med berusende drikke m.m.« hevur landsstýrið fyrisett fylgjandi um brygging og
sølu av øli, ið kemur undir lógina:
§ 1. Landsstýrið kann geva bryggjaríunum í Føroyum loyvi, ið er galdandi fyri 2 ár í senn, at
bryggja sterkt øl, sum í sær hevur í mesta lagi 4,6 vektprosent av alkoholi.
2. stk. Landsstýrið ásetur í loyvinum nærri reglur um eftirlit við framleiðsluni, eins og
landsstýrið altíð kann áleggja nýggjar treytir.
§ 2. Tollvaldið hevur regluligt eftirlit við bryggingini, goymsluni og útflýggingini, og hava
brýggjaríini skyldu at fylgja øllum krøvum, ið eftirlitið setur viðvíkjandi brygging,
goymsluhølum og útflýggjan v.m.
§ 3. Framleiðsliugjald fyri selt øl i einari viku skal rindast inn á Føroya gjaldstovu ella eina av
deildunum i seinasta lagi í vikuni eftir.
§ 4. Ølið skal bíleggjast skrivliga ella gjøgnum telefon av keyparanum persónliga.
2. stk. Bryggjaríið sendir í fyrsta lagi dagin eftir bíleggingina keyparanum gjøgnum post
faktura og giroinngjaldingarkort uppá bíløgdu nøgdina, har framleiðslugjaldið er viðroknað i
prísinum.
3. stk. Keyparin rindar peningin fyri ølið gjøgnum postverkið inn á serliga girokonto hjá
bryggjarínum til hetta endamál og vísir samstundis fram gilduga skattaváttan.
4. stk. Ølið skal avheintast av keyparanum sjálvumella einum, ið hevurfulltrúfrá honum.frá
bryggjarínum ella frá øðrum góðkendum útflýggingarstað ella sent til hansara persónliga
bústað. Samstundis skal vísast fram fakturi og postkvittan og kvittan gevast fyri móttøkuna av
ølinum.
§ 5. 01 kann bert útflýggjast frá mánadegi til fríggjadag í vanligu arbeiðstíðini.
§ 6. Landsstýrið kann góðkenna, at bryggjariini eisini hava útflýggingarstøð á plássum, har
tað liggur fyri hjá tollvaldinum at hava eftirlit við goymslu og útflýgging.
§ 7. Verða treytirnar í loyvinum ella aðrar álagdar treytir ikki hildnar, kann loyvið til eina og
hvørja tíð takast aftur.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, ll.juli 1980.
Demmus Hentze (sign.)
landsstýrismaður
/.I Djurhuus (sign.)