Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 9
25
Nr. 4.
3. januar.
KUNNGERÐ
um
fvribilsloyvi til norska fiskiveiðu á landleiðini eftir botnfiski í 1980.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond hevur
landsstýrið fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleiðini er tað,
til landsstýrið tekur aðra avgerð, loyvt øðrum skipum enn trolarum, skrásett og heimahoyrandi í
Noregi, at reka fiskiskap á landleiðini uttanfyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum.
2. stk. Henda leiðin er stongd fyri garnaveiðu:
Millum 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19’17” N 07°05’28” V) og 0° rættvisandi úr
Bispinum (62°20’27” N 06°15’00” V) og út ímóti einari linju drigin ímillum 62°43’12” N
og 61°37’45” N.
§ 2. Veiðan gongur av tí kvotu, sum føroyskir og norskir myndugleikar semjast um fyri árið
1980. Fiskiskapurin skal miða ímóti veiðu av longu, brosmu, upsa og blálongu. Veiðaav toski er
loyvd í minni mun sum hjáveiða.
§ 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at:
1) landsstýrið (Fiskivinnustovan), áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um navn
skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og
-nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu, maskinhestakreftir og veiðuhátt,
2) skipið hevur fingið fiskiloyvi,
3) skipið sigur yvir Tórshavnar Radio Fiskivinnustovuni frá, tá tað kemur inn á landleiðina, og
sigur frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina, flokkað eftir fiskasløgum
og nøgd,
4) skipið sigur dagliga fyrrapartin Fiskivinnustovuni frá, hvar tað er statt kl. 700 GMT,
5) skipið fylgir vegleiðingum frá sjóverjuni og er henni til hjálpar í inningini av tænastuni, og
6) skipið sigur Fiskivinnustovuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis uppgevur met yvir
veiðunøgd (ósløgdur fiskur), hvørt fiskaslagið sær.
§ 4. Onki skip má nýta upsagarn, sum í nøkrum parti av garninum hevur smærri meskar enn
150 mm.
2. stk. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur hesi mát sambært 1. og2. stk.,skal verafyri segsjálvan
í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
3. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti diagonalt
eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum lættliga ganga gjøgnum
meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð um meskamáting.
§ 5. Tá skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiksa, skal allur fiskireiðskapur vera
burturstúgvaður á sínum náttúrliga staði.
§ 6. Tað er ikki loyvt at seta og hava standandi fleiri gørn 15 favnar til longdar enn hesi eftir
manningartalinum:
Er manningartalið 6 ella lægri: 150
Er manningartalið 7 ella 8: 210
Er manningartalið millum 9 og 14: 270
Er manningartalið 14 ella hægri: 280
4 — Kunngerðasavn 1980