Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 237
253
2. stk. Royndin skal geva eina mynd av, hvussu næmingurin er førur fyri at hoyra og uppfata,
lesa og skilja og tala enskt.
3. stk. Uppgivnar verða 30 normalsíður av tí tilfari, sum er lisið í 9. árgangi.
4. stk. Við støði í ókendum teksti á ljóðbandi (2-3 minuttir) og einum spurnarblaði
(svarvalspurningar) verður roynt, hvussu næmingurin er førur fyri at uppfata talaðenskt mál.
Henda royndin fer fram sum felagsroynd.
5. stk. Við at lesa ein lættan ófyrireikaðan tekst á enskum máli verður síðan roynt, hvussu
næmingurin skilir skrivaða málið. Teksturin eigur at vera um leið ‘/3 normalsíðu til longdar, og
fær næmingurin undan royndini hóskandi tíð til fyrireikingar, upp í 15 minuttir. Hann kann
sjálvur hava blýant og pappír hjá sær undir fyrireikingartíðini og gera upprit. Tað er ikki loyvt at
nýta orðabók.
6. stk. Við støði í einum petti úr uppgivna tilfarinum ella teksti saman við mynd verður roynt,
hvussu næmingurin dugir at tala enskt mál. Upplestur eigur og umseting kann koma uppí sum
partur av hesi royndini.
7. stk. Eitt próvtal verður givið.
§ 24. Týskt.
Royndin er munnlig.
2. stk. Royndin skal geva eina mynd av, hvussu næmingurin er førur fyri at hoyra og uppfata,
lesa og skilja og at tala týskt.
3. stk. Uppgivnar verða 30 normalsiður av tí tilfari, sum lisið er í 9. árgangi.
4. stk. Til tess at kanna, um næmingurin skilir týskt talumál, lurtar hann eftir einum bandi í 1-
3 minuttir. Síðan greiðir hann frá innihaldinum.
5. stk. Við at lesa ein lættan ófyrireikaðan tekst á týskum máli verður síðan roynt, hvussu
næmingurin skilir skrivaða málið. Teksturin eigur at vera um leið ‘/3 normalsíðu til longdar, og
fær næmingurin undan royndini hóskandi tíð til fyrireikingar, upp í 15 minutir. Hann kann hava
blýant og pappír hjá sær undir fyrireikingartíðini og gera upprit. Tað er ikki loyvt at nýta
orðabók.
6. stk. Við støði í einum petti úr uppgivna tilfarinum ella teksti saman við mynd verður roynt,
hvussu næmingurin dugir at tala týskt mál. Upplestur eigur og umseting kann koma uppí sum
partur av hesi royndini.
7. stk. Eitt próvtal verður givið.
§ 25. Alisfrøði/evnafrøði.
Royndin er munnlig og er í 2 pørtum.
2. stk. Fyrri parturin, sum er felagsroynd og varir í 45 minuttir, fevnir um einfaldar skrivligar
spurningar í grundleggjandi hugtøkum, sum eru viðgjørd í 8. og9. árgangi. Einfaldir spurningar
eru at skilja sum spurningar við stuttum svari ella t.d. svarvalsspurningar.
3. stk. Seinni parturin fevnir um hesi evni: ravmagn og sigulmagn, sveigging og aldur, atom-
og kjarnfrøði og evnafrøði. Spurningurin kann knýta seg til eitt tól, ein royndaruppsetning ella
fyrr gjørdar royndir. Tá ið næmingurin hevur valt sær spurning, fær hann um leið 15 minuttir til
fyrireikingar. Hjá sær kann hann hava skriviamboð, royndarfrásagnir, tól, nýttar bøkur o.a.
4. stk. Eitt próvtal verður givið.
5. stk. Krøv setast til kunnleika og fatan.
§ 26. Latín.
Royndin er munnlig.
2. stk. Uppgivnar verða um leið 20 samanhangandi normalsiður av intensivt lisnum teksti á
hóskandi torleikastigi.
3. stk. Við støði 1 uppgivna tekstinum verður fimi næmingins roynt í umseting,
setningagreining, setningsliðum og orðum.
4. stk. Eitt próvtal verður givið.