Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 27
43
3. stk. Hvør endaboya á hvørjum trossa skal hava stong. Stengurnar skulu ovast hava flagg
og í minsta lagi ein vimpul og um náttina ravgult ljós. Endaboyurnar skulu verða merktar við
havnakenningarbókstavum og nummari hjá fiskifarinum.
Minstamát á fiski.
§ 5. Fiskur, ið ikki stendur niðanfyri nevndur, máldur fremst úr høvdinum til aftast á
stertinum, er undirmátsfiskur. Loyvt er ikki at hava tílíkan fisk um borð, men skal hann verða
sleptur úr aftur beinanvegin:
cm
Toskur (Gadus Morhua) 34
Hýsa (Melanogrammus aeglefinus) 31
Reyðsprøka (Pleuronectus platessa) 25
Lálla (Clyptocephalus cynoglossus) 28
Tunga (Microstomus kitt) 25
Kalvi (Hipoglossus vulgaris) 45
Sild (Clupea harengus) 22
Glaskvoysa (Lepdorhomus whiff) 25
Hvitingur (Merlangus merlangus) 23
Sandsprøka (Limanda limanda) 15
Upsi (Pollachius virens) 35
2. stk. ídnaðarfiskiskapur eftir makreli (Scomber scombrus), ið er minni enn 30 cm máldur
fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ikki loyvdur, tó kunnu upp til 20% eftir vekt í eini
last vera undirmátsfiskur.
Friðaður fiskur.
§ 6. Fiskiskapur eftir Norðhavssilsini (Atlanto/scandisk) er ikki loyvdur. Fiskiskapur
innanfyri landoddarnar kemur tó ikki undir forboðið, tó er á hesi leið loyvt at veiða eftir sild við
kraftblokki.
§ 7. Fiskiskapur eftir laksi (Salmo) er ikki loyvdur. Landsstýrið kann eftir umsókn gera
undantak frá forboðnum. Tílik loyvi skulu altíð vera tíðarbundin.
Straffireglur.
§ 8. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og heraftrat kann allur
fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar, línur, uppstandarar v.m. og fongur koma undir
konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi beinanveg, samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 64frá 7.
august 1979 um fiskiskapin á landleiðini við fiskiførum, sum hava heimstað og eru skrásett í
kongaríkinum, sum broytt við kunngerðunum nr. 84 frá 8. november 1979 og nr. 95 frá 28.
december 1979.
FØROYA LANDSSTÝRl, 4. februar 1980.
Heðin M. Klein (sign.)
landsstýrismaður
/J. P. Ellendersen (sign.)