Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Page 13
29
Nr. 7.
9. januar.
KUNNGERÐ
um
fiskiveiðuhagtøl fyri Føroyar.
Við heimild i løgtingslóg nr. 1 frá 3. januar 1950 um statistikk hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Álagt verður øllum fiskakeyparum at nýta vektaseðlar (FO) og avrokningarseðlar (FI)
sum eru góðtiknir av landsstýrinum. Hesir seðlar skulu útfyllast væl og virðiliga sambært ta
leiðbeining, sum fylgir við.
§ 2. Eitt eintak av vektaseðlinum verður latið til bátin/skipið. Hitt eintakið hevur
fiskakeyparin at nýta sum grundarlag undir skrivingini av avrokningarseðlinum. Fiskakeyparin
sendir avrit av avrokningarseðlinum til Lønjavningargrunn Skipsfiskimanna saman við
prísmunaruppgerð, jbr. § 6 í reglugerð fyri Ráfiskagrunnin nr. 44 frá 7. mai 1976.
Lønjavningargrunnurin letur síðani Veiðuhagtalsstovuni eitt avrit av avrokningarseðlinum sum
hagtalsskjal. Bátsformaðurin/skiparin fær frá fiskakeyparanum eitt eintak av avrokningarseðl-
inum.
§ 3. Bátar, sum fiska undir Føroyum, men ikki avreiða til fiskakeypara, hava skyldu at lata
Veiðuhagtalsstovuni hagtøl fyri veiðuna eftir nærri ásettum oyðubløðum.
§ 4. Álagt verður skiparum á øllum skipum yvir 100 br. reg. tons og øllum skipum og bátum,
sum royna longur enn 100 fjórðingar úr landi at føra góðkenda skipsdagbók sambært ta
leiðbeining, sum fylgir við.
2. stk. Bøkurnar fáast samstundis sum mynstrað verður, og hevur skiparin skyldu at tryggja,
at nóg mikið av bókum er umborð. Mynstringarmyndugleikarnir hava eftirlit við, at bókin er
røtt, og skyldu at taka tey bløð, sum skulu sendast hagtalsstovninum, burtur úr bókini.
§ 5. Brot móti hesum ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi beinanveg. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 43 frá 21.
mai 1975 um fiskiveiðuhagtøl fyri Føroyar.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 9. januar 1980.
Heðin M. Klein (sign.)
landsstýrismaður
/J. Djurhuus (sign.)