Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 110
126
Nr. 41. 6. mai.
Reglugerð
fyri
orkuráðið.
Eftir § 7 í løgtingslóg nr. 48 frá 7. juni 1979 um orkuráð og orkugrunn hevur landsstýrið
fyrisett fylgjandi reglur fyri orkuráðið:
§ 1. Endamál orkuráðsins er:
at vera ráðgevi hjá politisku myndugleikunum, løgtingi, landsstýri, kommunum og
almennum stovnum, í øllum orkuspurningum, og at fáa til vega baksýnistilfar og gera
onnur tiltøk, ið kunnu veita hollan kunnleika á orkuøkinum og geva myndugleikunum
betri grundarlag at taka avgerðir í orkumálum.
§ 2. Arbeiðsøki orkuráðsins er: umframt § 1,
sum grundarlag undir framtíðar orkuveiting og orkunýtslu í Føroyum, at orða uppskot
til ein orkupolitikk at leggja fyri landsstýrið.
2. stk. At seta í verk upplýsingararbeiði viðvíkjandi skynsamari orkunýtslu.
3. stk. Fyrsta ársfjórðing á hvørjum ári at geva landsstýrinum frágreiðing um:
a. orkuframleiðslu og nýtslu her á landi við teimum viðmerkingum, ráðið metir vera av
áhuga,
b. hvørji tiltøk innan orkuøkið eftir ráðsins meting eiga at vera framd,
c. hvørjar metingar, kanningar ella royndir í farna ári eru framdar her og aðrastaðni i
samband við orkuspurningin og
d. møguligt annað, sum hildið verður at vera av áhuga.
4. stk. Utreiðslurnar til tiltøk sum metingar, kanningar ella royndir, ið landsstýrið og
orkuráðið eru samd um eiga at verða framd, verða goldnar úr orkugrunninum.
§ 3. Heimild og skylda orkuráðsins:
Ráðið hevur rætt til at biðja um og eftir loyvi frá landsstýrinum heimild til at krevja sær
frágreiðingar og aðrar upplýsingar frá stovnum, feløgum og einstaklingum, sum standa
fyri virkjum ella virksemi innan orkuøki í víðastu merking.
2. stk. Ráðslimir og hjálparfólk tess hava undir ábyrgd eftir reglum um brot í
almennari tænastu tagnarskyldu um viðurskifti hjá feløgum og persónum, sum
tey í starvi sínum fáa kunnleika til. Undantøk og ivamál verða at leggja fyri landsstýrið.
§ 4. Skipan av ráðnum og arbeiðsháttur:
Ráðið skipar seg viðformanni og næstformanni, sum verða valdir fyri 1 ár ísenn og kunnu
verða afturvaldir. Ráðið skipar seg á I. fundi í arbeíðsárinum, iðer frá 1. apríl til 31. mars.
2. stk. Formaður, næstformaður og skrivari virka sum avgreiðslunevnd ráðsins. Ráðið
kann fáa heimild til at seta skrivara, sum hevur ta dagligu leiðsluna á skrivstovu ráðsins.
3. stk. Regluligir ráðsfundir verða hildnir annanhvønn mánað og annars tá tørvur er á.
Formaðurin kallar sama til fundar við skrivligari fráboðan og fundarskrá 14 dagar
frammanundan. Tá serligar umstøður gera tað neyðugt, kann formaðurin kalla saman til
fundar við stytri ávaring enn 14 đagar. Formaðurin skal kalla saman til fundar, um 2
ráðslimir ynskja hetta.