Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 7
23
Nr. 3.
2. januar.
REGLUGERÐ
fyri
landsskúlastjóran.
§ 1. Landsskúlastjórin leiðir undir ábyrgd landsstýrisins ta stovnsettu Landsskúlafyrisiting.
2. stk. Landsskúlastjórin er avgreiðslustjóri hjá Landsskúlaráðnum.
§ 2. Sambært § 5, 2. stk. í løgtingslóg um skúlafyrisiting hevur landsskúlastjórin ta dagligu
fyrisitingarligu, pædagogisku og fakligu ábyrgdina fyri virkseminum innan skúlaskapin eftir
nærri av landsstýrinum ásettum reglum.
2. stk. Landsskúlastjórin skipar fyri, at tær próvtøkur og royndir, sum ásettar eru í lóggávuni
fyri undirvísingarverkið, verða hildnar.
3. stk. í leiðsluni av Landsskúlafyrisitingini stendur landsskúlastjórin bert undir
landsstýrinum.
4. stk. Landsskúlastjórin hevur heimild at seta tey starvsfólk á Landsskúlafyrisitingini, sum
landsstýrið ikki setur (sbr. § 2 litra b).
5. stk. Landsskúlastjórin ásetur arbeiðsbýti millum starvsfólkið i Landsskúlafyrisitingini.
6. stk. Landsskúlastjórin kann undir egnari ábyrgd heimila starvsfólkunum í Landsskúlafyri-
sitingini heilt ella lutvíst at útinna tær uppgávur, ið sambært lóggávu og av henni kunngjørdu
reglur ella í hesi reglugerð eru álagdar landsskúlastjóranum, her íroknað at ávísa tær játtanir,
sum lagdar eru inn undir ta umsitingarligu deildina í Landsskúlafyrisitingini.
§ 3. Landsskúlastjórin hevur ábyrgdina av, at tær játtanir, sum undirvísingarverkið hevur
fingið, verða nýttar samsvarandi teimum givnu stevnumiðum, og at ikki verður farið út um hesar
játtanir uttan við samtykki landsstýrisins.
2. stk. Landsskúlastjórin fyriskipar, at roknskapur verður gjørdur fyri undirvísingarverkið
eftir galdandi reglum hesum viðvíkjandi.
§ 4. Landsskúlastjórin hevur skyldu at halda seg kunnugan við tað gongd og menning, ið fer
fram innan undirvísingarverkið i øðrum londum.
2. stk. Landsskúlastjórin eigur í samarbeiði við skúlabókagrunnin og innan tær fíggjarligu
rammurnar at tryggja fyrireiking og útgávu av undirvísingartilfari og lærubókum til teir ymsu
undirvísingarstovnarnar.
3. stk. Landsskúlastjórin eigur at taka stig til, at útbyggingarætlanir fyri undirvísingarverkið
verða gjørdar í neyðugum vavi.
4. stk. Landsskúlastjórin eigur á hvørjum ári at gera eina frágreiðing um undirvísingarverk-
sins virksemi í síni heild.
§ 5. Landsskúlastjórin ger uppskot til:
a) almenn stevnumið fyri skúla- og undirvísingarætlanir
b) leiðbeinandi tíma- og lesiætlanir
c) reglur um, hvussu skúlar og stovnar verða innrættaðir
d) ta árligu fíggjarætlanina fyri alt undirvísingarverkið
e) almennar fyriskipanir viðvíkjandi undirvísingarverkinum annars.
2. stk. Tey í 1. stk. nevndu uppskot eiga at verða løgd fram til góðkenningar í
Landsskúlaráðnum.
3. stk. Landsskúlastjórin sendir út slíkar reglur, ið Landsskúlaráðið hevur góðkent, sum
rundskriv í tí vavi, tey ikki hava slíkt innihald, at tey eiga at verða send út sum veruligar
kunngerðir.