Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 211
227
Nr. 81.
27. august.
KUNNGERÐ
um
laksaveiðu á landleiðini.
Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleiðini og í samráð við
løgtingsins fiskivinnunevnd hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Veiða eftir laksi (Salmo salar) við øðrum reiðskapi enn línu er ikki loyvd. Veiðan er
treytað av, at skipið hevur veiðuloyvi frá landsstýrinum (Fiskivinnustovuni). Veiðuloyvini eru
tíðaravmarkað.
§ 2. Laksur undir 60 cm, máldur úr trantinum til aftast á stertinum, er undirmátsfiskur. Loyvt
er ikki at hava tílíkan laks um borð, men skal hann verða sleptur út aftur beinanveg.
§ 3. Skiparin hevur skyldu at føra skipsdagbók og i hana skriva laksatal fyri hvønn dag sær,
og hvar laksurin er veiddur. Hvønn mánadag skal skiparin geva Fiskivinnustovuni upplýsing
um laksatal og vekt.
2. stk. Tá ið veiðan verður uppskipað í Føroyum, skal hon flokkast soleiðis:
Flokkur 1:
» 2:
» 3:
Yvir 9 kg
yvir 7 kg til og við 9
yvir 5 kg til og við 7
yvir 4 kg til og við 5
yvir 3 kg til og við 4
3 kg og minni.
hevur skyldu at senda
kg
kg
kg
kg
» 4
» 5
» 6
3. stk. Skiparin hevur skyldu at senda avrit av vektarseðlum til Fiskivinnustovuna
beinanvegin, veiðan er uppskipað. Møgulig laksamerki frá veiddum laksi skal skiparin
beinanveg senda Fiskirannsóknarstovuni.
§. 4. Fyri veiðuloyvi verður at gjalda landsstýrinum (Føroya gjaldstovu) 1 kr./kg landað vekt
av laksi, jbr. løgtingslóg nr. 68 frá 21. mai 1980 um avgjald av laksi, veiddum á landleiðini.
Gjaldið verður at gjalda hvønn túrin sær og er fallið til gjaldingar 14 dagar aftaná uppskiping.
§ 5. Vrakarastovnurin hevur eftirlit við uppskiping, flokking og avskiping og við, at reglurnar
um minstamát eru hildnar.
§ 6. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð og i veiðuloyvi koma undir bót og herafturat kann
allur fiskireiðskapur, so sum línur, uppstandarar v.m. og fongur koma undir konfiskatión.
Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin, tó fær § 4, 1. punktum gildi fyri allar
uppskipingar aftaná 1. januar 1980. Samstundis viðhesi kunngerðfer § 7 í kunngerð nr. 14frá4.
februar 1980 um fiskiskapin á landleiðini við fiskiførum, sum hava heimstað og eru skrásett í
kongaríkinum, úr gildi.
FØROYA LANDSSTÝRI, 27. august 1980.
Hergeir Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/J. Djurhuus (sign.)