Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 198
214
S 16: Endi á snaringarbreyt.
Breið, brotin strika tvørtur um akleiðina á
snaringarbreytini. Hon vísir á, hvar koyrandi
skulu steðga, um tað gerst neyðugt til tess at
fylgja ásetingunum í ferðslulógini um ferðslu,
sum snarar.
S 17: Gonguteigur.
Teigur tvørtur um vegin. Hann er samansett-
ur av breiðum strikum, sum liggja somu leið
sum vegurin, og hann vísir á tann partin av veg-
num, sum er tilætlaður gongufólki, ið skulu
tvørtur um hann.
T. Merking fyri steðgi og parkering.
§45.
Hesi sløg av merking verða nýtt fyri steðgi
og parkering:
T 61: Steðgforboð.
Óbrotin gul strika í kanti á akbreyt, sum
leggur áherðslu á, leingir ella styttir um tað
strekkið á vegnum, har steðgforboð er galdandi
sbr. § 33a í ferðslulógini, og samstundis vísir
longdina á nevnda strekki.
T 62: Parkeringarforboð.
Brotin gul strika í kanti á akbreyt, sum legg-
ur áherðslu á, leingir ella styttir um tað strekkið
á vegnum, har parkeringarforboð er galdandi
sbr. § 33a í ferðslulógini, og samstundis visir
longdina á nevnda strekki.
T 63: Parkeringarbásur.
Parkeringarbásur verður merktur við smøl-
um, óbrotnum strikum ella verður víst á hann
við at nýta øðrvísi álegging enn á vegin annars.
Móti akbreytini kann vera breið strika. Har
básur er merktur, er tað bert loyvt at parkera á
bási. Er eitt slag av akfari, t.d. bussur, taxi, av-
lamisvognur, lastbilur ella motorsúkla, tilskilað
við teksti, hevur bert avvarðandi far loyvi at
parkera á básinum.