Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 21
37
b) Perlurúmið skal hava sína egnu inngongd útifrá. Hurðin skal verða tilgjørd og læst eftir somu
reglum, sum galdandi eru fyri størri spreingievnisgoymslur.
4. stk. Tá møguleiki er fyri at elektriskar perlur kunnu spreingjast av elektriskum bylgjum frá
toru og radiosendarum og av elektriskari orku, skulu perluleiðingarnir verða samanrullaðir, og
perlugoymslan verða klædd við jarni, ið er tryggliga bundið til jørð(elektrisk mótstøða hægst 10
ohm).
5. stk. Elektrisk jørðbinding er eisini galdandi fyri spreingievnis- og perlugoymslur, ið eru
støðaðar í tunnellum v.m.
§ 7. Møguligar innleggingar av elektriskum ljósi, skulu verða gjørdar eftir sterkstreymsreglu-
gerðini. Hetta vil m.a. siga, at lampur, avbrótarar, koblingsdósir v.m. skulu verða tilgjørd sum
EXV (spreingitryggjað).
2. stk. Innleggingin skal verða tryggliga bundin til jørð og toruveitt (lynavleiðari). A
streymleiðingunum eigur at setast á tann seinasta pelan.
3. stk. A goymsluni kunna handlyktir, góðkendar til endamálið, nýtast.
4. stk. Háspenningarleiðingar mugu ikki verða nærri goymsluni enn tann dupulti fráleiki,
leiðingarnar hava yvir jørð.
5. stk. Goymslan skal verða týðiliga merkt við góðkendum skeltum »AVARING
SPREINGIEVNI« og »ROYKING FORBOÐIN«, svartir bókstavir á gulum botni.
6. stk. Bilar og onnur motor- ella elektrisk drivin akfør mugu ikki koyra inn í goymslurúmið.
7. stk. Eigarin ella fyristøðumaðurin av goymsluni hevur skyldu at hava ein góðkendan »a
jour« førdan goymslulista fyri hvørja goymslu. Løgreglan og Arbóiðseftirlitið kunnu til einaog
hvørja tíð vissa seg um, at goymslulistin samsvarar við goymsluna.
8. stk. Spreingievnir skulu goymast soleiðis, at yvirlitið er gott. Tað mugu ikki setast fleiri enn
7 kassar av spreingievni omaná hvønn annan.
9. stk. A spreingievnisgoymsluni má ikki annað enn spreingievnir goymast. Goymslan skal
haldast frí fyri vatni og fukti og skal verða ruddilig.
10. stk. Fyri at goymslan ikki skal fara um koll í vindi, skal hendan tryggliga festast til
undirlendið við bardunum ella nóg tungar byrðar skulu hangast um goymsluna.
11. stk. Goymslan skal verða undir eftirliti. Innbrot ella royndir til tess skulu fráboðast
Arbeiðseftirlitinum og løgregluni beinan vegin.
12. stk. Løgreglan kann, tá ávísar umstøður gera hetta neyðugt, seta vakt við goymsluna fyri
rokning eigarans.
13. stk. Fyristøðumaðurin hevur skyldu at boða løgregluni og Arbeiðseftirlitinum frá øllum
broytingum á staðnum, ið kunna hava ávirkan á goymslunøgd v.m.
14. stk. Loyvi til goymslu kann takast aftur ella tann loyvda nøgd krevjast skorin niður, um
ikki galdandi reglur til eina og hvørja tíð verða hildnar, ella um gopymsluumstøðurnar verða
broyttar, soleiðis at tryggleikin er í vanda.
15. stk. Loyvi til goymslu fellur burtur frá tí degi, eigarin ikki longur ræður yvir goymsluni
ella tí plássi, goymslan er støðað á.
Kapitul 5.
Umsókn um goymsluloyvi og nær reglugerðin fær gildi.
§ 8. Umsókn til loyvi um goymslur skal gerast á útfyllingarblað, ið fæst frá
Arbeiðseftirlitinum.