Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 231
247
Nr. 99.
14. november.
KUNNGERÐ
um
próvtalsstiga.
Eftir § 21 í løgtingslóg nr. 21, dagfest 22. mars 1979, um fólkaskúlan hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. 011 meting av næmingunum í framhaldsskúlanum og av teimum næmingum, ið fara úr
skúlanum eftir 7. árgang, sbr. § 18 í fólkaskúlalógini, skal verða givin við einum av fylgjandi
próvtølum: 13-11-10-9-8-7-6-5-03-00. Sáma er galdandi fyri aðra undirvísing, ið samsvarar
teirri, framhaldsskúlin hevur, um so er, hon endar við eini roynd.
2. stk. Um nýtsluna av teimum einstøku próvtølunum er at siga:
13 verður givið fyri
11 verður givið fyri
10 verður givið fyri
9 verður givið fyri
8 verður givið fyri
7 verður givið fyri
6 verður givið fyri
5 verður givið fyri
03 verður givið fyri
00 verður givið fyri
framúr sjálvstøðugt og avbera gott avrik.
avbera gott og sjálvstøðugt avrik.
avbera gott, men av handahógvi merkt avrik.
gott avrik, sum er eitt sindur yvir miðal.
miðalgott avrik.
toluligt avrik, sum er eitt sindur undir miðal.
heldur ivasamt avrik, sum ein so dánt hjálpist við.
vánaligt avrik, sum ein ikki hjálpist við.
sera vánaligt og óhjálpið avrik.
út av lagi ringt avrik.
§ 2. Henda kunngerð fær gildi 1. januar 1981.
2. stk. »Kunngerð nr. 32, dagfest 4. februar 1963, um próvtalsstiga« og »Rundskriv nr. 13,
dagfest 6. februar 1963, um nýtsluna av tí í kunngerð, dagfest 4. februar 1963, umrødda
próvtalsstiga« fara úr gildi, har talan er um fólkaskúlan og harvið javnsetta undirvísing, sjálvt
um tó § 2 í nevndu kunngerð framvegis er galdandi við realpróvtøkuna í próvtøkutíðar-
skeiðinum 1981.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 14. november 1980.
Hergeir Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/J. Ellendersen (sign.)