Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 108
124
Nr. 39. 5. mai.
KUNNGERÐ
um
trolveiðu innanfyri 12 fjórðingar.
Við heimild í § 4, 1. stk. í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleiðini og í
samráð við løgtingsins fiskivinnunevnd hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Eftir umsókn og við loyvisbrævi frá landsstýrinum er hóast forboðið í kunngerð nr. 14 frá
4. februar 1980 loyvt við fiskiførum 55 br. reg. t. til støddar og minni at veiða við troli á
landleiðini í tíðarskeiðinum 15. mai til 22. juli 1980 og í tíðarskeiðinum 4. august til 31. august
1980, 1 báðum førum báðir dagar íroknaðir, á hesum pørtum av landleiðini innanfyri 12
fjórðingar úr grundlinjunum, javnber viðhefta kortskjal:
1. Uttanfyri 7 fjórðingar úr landi millum tvær linjur, onnur drigin úr Norðbergi 62°21’12”
N. 6°17’59” V. rættvísandi norðan og hin úr Eysturhøvda 62°17’15” N. 6°16’48” V.
rættvísandi eystan, øki 1.
2. Uttanfyri 6 fjórðingar úr landi millum tvær linjur, onnur drigin úr Nevinum 62°06’30”
N. 6°37’08” V. rættvísandi eystan og hin úr Skálhøvda 61°49’52” N. 6°37’52” V. rættvísandi
eystan, øki 2.
3. Uttanfyri 6 fjórðingar úr landi millum tvær linjur, onnur drigin úr Akrabergi 61°23’38”
N. 6°40’15” V. rættvísandi 230° og hin úr Ørnanípuni 61°38’48” N. 6°58’30” V. rættvísandi
230°, øki 3.
4. Uttanfyri 8 fjórðingar úr landi millum tvær linjur, onnur drigin úr Snoppuni 62°15’06”
N. 7°13’58" V. rættvísandi 297° og hin úr Mykineshólmi (vitanum) 62°05’50” N. 7°40’25” V.
rættvísandi 291°, øki 4.
§ 2. Partrolong er ikki loyvd.
§ 3. Troling á ikki loyvdari leið, ella brot annars móti galdandi trolreglum, jbr. kunngerð nr.
14 frá 4. februar 1980, kemur undir bót, og herafturat kann allur fiskireiðskapur, so sum net,
lemmar, wirar v.m. og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rindingar
av bót og kostnað.
FØROYA LANDSSTÝRI, 5. mai 1980.
Heðin M. Klein (sign.)
landsstýrismaður
/E. Kallsberg (sign.)