Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Page 197
213
R 14: Farbreytarpílar vift snaringarforboði.
Pílarnir hava gildi fyri vegamót, sum kemur
aftaná síðuveg, sum tað ikki er loyvt at snara
inn á.
R 15: Pílar til farbreytaskifting.
Skákpílar í gloppunum í brotnari striku. Teir
siga, at akandi so skjótt, til ber, skulu fara á ta
farbreyt, sum pílarnir vísa á, sbr. § 29, 2. stk.í
ferðslulógini.
Viðvíkjandi R 11-15: Pílar kunnu verða nýtt-
ir í sambandi við tekn ella tekst, sum skilar til
ávíst slag av ferðslu, smb. § 46, og hava pílarnir
tá bert gildi fyri hesa ferðslu. Pílar hava ikki
gildi fyri akandi á súklu og prutli uttan so, at
hetta er tilskilað við súkklutekni, smb. § 46,
V 41.
§43.
Pílar á súklubreyt og tílíkum hava sama
týdning sum í § 42.
S. Tvørmerking
§44.
Hesi sløg av tvørmerking verða nýtt:
S 11: Víkistrika.
Tríhyrningar á rað tvørtur um eina ella fleiri
farbreytir. Teir boða frá, at koyrandi teirri
megin frá, sun. spísku endarnir á tríhyrning-
unum venda ímóti, hava treytaleysa víkiskyldu,
og vísa á staðið, haðan henda víkiskylda geldur.
S 13: Steftgstrika.
Breið, óbrotin strika tvørtur um eina ella
fleiri farbreytir. Hon skilar til, hvar koyrandi
skulu steðga við skelti B 13 Steftgur á vegamóti
ella við reytt ferðsluljós.