Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 235
251
próvtakararnar, og próvdómarin eigur ikki at koma sær upp í yvirhoyringina. Kortini er tað
loyvt próvdómaranum, vanliga gjøgnum yvirhoyraran, at seta próvtakaranum einstakar
spurningar. Heldur próvdómarin yvirhoyringina vera hvørki so, er honum loyvt millum tvær
yvirhoyringar í einrúmi at mæla yvirhoyraranum til at hava eina betur hóskandi yvirhoyring.
Heldur próvdómarin framvegis yvirhoyringina vera hvørki so, sendir hann gjøgnum
skúlaleiðaran Landsskúlafyrisitingini eina frágreiðing um málið.
5. stk. Undir teimum munnligu royndunum tekur próvdómarin støðu til, hvørt tað skal
próvdømast eftir hvørja yvirhoyring ella eftir fleiri yvirhoyringar. Undir teimum verkligu
royndunum verða allir næmingarnir próvdømdir í senn.
6. stk. Próvdómari og yvirhoyrari eru einsamallir undir próvdømingini. Tað áliggur
próvdómaranum at siga sína døming fyrst.
§ 19. Royndartølini verða sbr. § 34, 2. stk. skrivað á ein lista, ið lærari og próvdómari skriva
undir. Um so er, at tað ikki er semja um at áseta eitt próvtal, so verða somuleiðis serpróvtølini
hjá próvdómara og lærara skrivað á listan. Landsskúlafyrisitingin eigur at góðkenna teir listar,
sum verða brúktir til hetta endamál.
2. stk. Tá ið próvtalslistin er undirskrivaður, hevur próvdómarin rætt til at gera seg kunnugan
við árspróvtøl næminganna í lærugreinini.
3. stk. Skúlaleiðarin ella eitt hjálparfólk, sum hann hevur givið heimild til tess, skrivar beint
eftir royndina próvtølini inn í royndarprotokollina.
V. Fráfaringarroynd fólkaskúlans í teimum einstøku lærugreinunum.
§ 20. Føroyskt.
Royndin er skrivlig og munlig.
2. stk. Tann skrivliga royndin fevnir um eina uppgávu í rættskriving og eina uppgávu í stíli.
3. stk. Til rættskrivingaruppgávuna, ið fevnir um rættskriving (sum kann vera
útfyllingaruppgáva, fyrisøgn o.a.), mállæru (Ijóðlæru, orðalæru, bendingarlæru, setningalæru)
og útfylling av 2-3 oyðubløðum verður givin 1 ‘/2 tími, harav 1 tími til rættskriving og '/2 tími til
mállæru og útfylling av oyðubløðum. Loyvt erat nýta orðabøkur. Leiðarin á skúlanum gerav,
hvør ið skal lesa upp. Vanliga eigur tað at vera tann lærarin, sum hevur flokkin í føroyskum. Eitt
próvtal verður givið.
4. stk. Til uppgávuna í stíli fáa næmingarnir 4 tímar. Uppgávan verður svarað við støði í
einum lisnum, hoyrdum ella sæddum tekstevni ella eini samanseting av hesum sum grundarlagi.
Givin eiga at verða fleiri evni, sum næmingarnir kunnu velja ímillum. Loyvt er at nýta
orðabøkur. Eitt próvtal verður givið fyri evnisviðgerð og málburð og eitt próvtal fyri røkjuskap,
sum verður givið við stílinum sum grundarlagi.
5. stk. Kravt verður, at næmingarnir duga at skipa evnið, og at málbera seg, tá ið teir greiða frá
sjálvstøðugum hugsanum ella vitan. Svarið skal vera skrivað á einum máli, sum er greitt og lætt
at skilja.
6. stk. í munnligum verða uppgivnar umleið 100 normalsíður av tekstúrvali frá teimum ymsu
tíðarskeiðunum, eitt høvuðsverk og umleið 100 kvæðaørindi. Av teimum umleið 100 vaidu
normalsíðunum skal millum ein fimting og sjeynding vera yrkingar, og ein partur kann vera
upplýsandi bókmentir. Annar skaldskapur, ið so ella so myndar eina heild, kann verða tikin sum
eitt høvuðsverk.
7. stk. Tann munnligi parturin av royndini fevnir um tekstviðgerð, bókmentasøgu og
mállæru. í tekstviðgerð kann verða valt millum kendan og ókendan tekst. Ókendur tekstur skal
vera 3-5 normalsíður av óbundnum máli og av bundnum máli tað reglutal, sum svarar til 2-4
normalsiður. Fyrireikingartíðin er 30-40 minuttir, og næmingurin hevur rætt til at hava inn við
sær: pappír, blýant, orðabøkur og upprit, hann hevur gjørt í skúlanum ella heima.
Bókmentasøga fevnir um: eldru kvæðini, Jens Chr. Svabo, tættir og yngri kvæði, V. U.