Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 4
20
Nr. 2.
2. januar.
KUNNGERÐ
um
ta hægru fyrisitingina av undirvísingarverkinum.
Við heimild í 1. kap. í løgtingslóg nr. 58, dagfest 2. oktober 1978, um fyrisitingina av
undirvísingarverkinum ásetur landsstýrið hesar reglur um myndugleikabýtið millum lands-
stýrið, Landsskúlaráðið og Landsskúlafyrisitingina.
Landsstýrið
§ 1. Landsstýrið er hægst myndugleiki fyri skúlaskapin.
2. stk. Aðrenn landsstýrið tekur avgerð í málum, sum viðvíkja undirvísingarverkinum, verður
viðkomandi mál fyrst lagt fram fyri Landsskúlaráðið og Landsskúlafyrisitingina eftir ásettum
reglum hesum viðvíkjandi.
§ 2. Hesi mál eigur Landsskúlaráðið at senda landsstýrinum til avgerðar:
a) starvsetan av rektara, fyristøðufólki ella skúlastjóra
b) starvsetan av landsskúlastjóra, deildarleiðarum, ráðgevarurh og við teimum javnsettu
fólkum í Landsskúlafyrisitingini
c) árliga figgjarætlan fyri alt undirvísingarverkið
d) almennar reglur, sum landsstýrið sendir út sum kunngerðir
e) útbyggingarætlanir fyri undirvísingarverkið, heruppií játtanir til byggiuppskot
f) fráfaringar uttan umsókn
g) kærur um avgerðir, sum Landsskúlaráðið hevur tikið, i tí vavi slikar avgerðir kunnu kærast.
§ 3. Saman við teimum málum, sum verða løgd fyri landsstýrið, eigur at vera hjálagt eitt
upplegg, sum Landsskúlafyrisitingin hevur gjørt, til málsviðgerðina i Landsskúlaráðnum og
somuleiðis avgerð Landsskúlaráðsins skrivað sum úrskrift úr fundarbókini. Úrskriftin eigur at
vísa, hvørt avgerðin ella tilmælið eru einmælt ella ikki. í síðst nevnda føri eiga tær atkvøður, sum
vóru fyri og ímóti, at verða nevndar; tó uttan at sagt verður, hvussu hvør einstakur limurhevur
atkvøtt. Somuleiðis eiga nýggj viðurskifti, sum ráðslimirnir gera vart við, at verða nevnd, um so
er, at hesi ikki eru nevnd í málsumrøðuni frá Landsskúlafyrisitingini. Hvør einstakur limur
kann, um so er, hann ynskir tað, krevja, at atkvøðugreiðsla hansara verður viðmerkt í
fundarbókina.
§ 4. Landsstýrisins viðurskifti við landsskúlastjóran og -fyrisitingina standa í kunngerðini og
reglugerðini hjá landsskúlastjóranum.
Landsskúlaráðið
§ 5. So leingi einki annað er ásett í eini starvsskipan, sum landsstýrið hevur góðkent, sbr. § 2,
2. stk. í lógini, er tað formaðurin, ið kallar saman til fundar í Landsskúlaráðnum. Um tveir limir
krevja fund, skal formaðurin skipa fyri, at so verður.
2. stk. A fundinum luttaka, umframt ráðslimirnir, avgreiðslustjórin og tann av honum kosni
fundarskrivari. Aðrir tænastumenn v.m., surr^ starvast í Landsskúlafyrisitingini, kunnu eftir
ráðsins metan luttaka á fundum í tann mun, sum best er hóskandi fyri tær einstøku
málsviðgerðirnar.