Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 5
21
§ 6. Dagsskrá til fundir í Landsskúlaráðnum ger formaðurin í samráð við avgreiðslustjóran.
2. stk. Um so er, at ein av limunum ynskir at fáa eitt mál viðgjørt á fundi í Landsskúlaráðnum,
so eigur hann at siga formanninum og avgreiðslustjóranum frá hesum.
3. stk. Avgreiðslustjórin eigur á hvørjum fundi at geva eina frágreiðing um viðurskiftini í
undirvísingarverkinum í tíðini, sum farin er, eins og limirnir eiga at hava høvi til at seta fram
spurningar uttan fyri sjálva dagsskránna.
4. stk. Eitt upplegg frá Landsskúlafyrisitingini eigur vanliga at fylgja við einum máli, áðrenn
tað verður viðgjørt á fundi í Landsskúlaráðnum.
5. stk. Eitt slíkt upplegg frá Landsskúlafyrisitingini eigur í roynd og veru at geva ta neyðugu
lýsing av málinum, eins og møgulig álit mega vera fingin til vega, so at avgerð kann verða tikin í
málinum. 1 upplegginum eigur somuleiðis at síggjast, hvørja støðu fyrisitingin hevur i málinum.
Landsskúlafyrisitingin gevur onga tilráðing í starvssetanum. Tó eigur Landsskúlafyrisitingin í
øllum førum at gera Landsskúlaráðið kunnugt við serstøk viðurskifti, sum hava týdning í
sambandi við starvssetanina, herundir ummæla, hvørt umsøkjararnir lúka treytirnar til
viðkomandi starv.
§ 7. Landsskúlaráðið hevur yvirumsjón við undirvísingarverkinum, sbr. § 3,1. stk. í lógini um
skúlafyrisiting. Sambært § 5 í lógini um skúlafyrisiting fremur landsskúlastjórin yvirumsjónina
Landsskúlaráðsins vegna. Við atliti til hetta hevur landsskúlastjórin heimild til at vitja allar
skúlar og undirvísingarstovnar og biðja um at fáa frásøgn um allar uppsýsingar frá avvarðandi
stovnum og teimum myndugleikum, ið hava umsjónina við teimum.
2. stk. í sambandi við yvirumsjónina kann Landsskúlaráðið gera landsskúlastjóran varan við
viðurskifti, sum eiga at verða kannað.
3. stk. Um so er, at ein ella fleiri limir i Landsskúlaráðnum halda, at tey stevnumið, sum
landsskúlastjórin hevur sett fyri yvirumsjónini, eiga at verða broytt, so kann spurningurin
leggjast fram á fundi í Landsskúlaráðnum. Broytt stevnumið kunnu bert fáa gildi fyri
framtíðina, uttan so er, at tað snýr seg um eitt veruligt kærumál.
§ 8. Almenn stevnumið, sum landsskúlastjórin hevur gjørt fyri skúla- og undirvísingarætlan-
ir, eiga at verða løgd fram til góðkenningar í Landsskúlaráðnum. Landsskúlastjórin staðfestir
tær ítøkiligu skúla- og undirvísingarætlanirnar, sbr. § 5, 1. stk. í lógini.
§ 9. Tær leiðbeinandi tima- og lesiætlanir, sum landsskúlastjórin hevur gjørt, eiga at verða
lagdar til góðkenningar í Landsskúlaráðnum.
§10. Landsskúlaráðið setur lærarar, varaskúlastjórar og annað starvsfólk í undirvísingar-
stovnum, í tí vavi setanarheimildin ikki er givin stovnsins leiðara ella skúlanevndini á staðnum.
2. stk. Landsskúlaráðið gevur tilmæli til landsstýrið um uppsøgn av lærarum v.m. uttan
umsókn, sbr. § 2, 1. stk. g, meðan Landsskúlafyrsitingin fremur fráfaring eftir umsókn ella
vegna aldur, tó í báðum førum eftir almennum stevnumiðum, sum verða ásett hesum
viðvíkjandi.
3. stk. Landsskúlaráðið gevur tilmæli til landsstýrið til størv sum rektari, fyristøðufólk ella
skúlastjóri og somuleiðis til størv sum landsskúlastjóri, deildarleiðarar, ráðgevarar og liknandi
størv í Landsskúlafyrisitingini.
§ 11. Landsskúlaráðið góðkennir almenn stevnumið fyri avgerðir av øllum málum, ið viðvíkja
teimum, sum starvast í undirvísingarverkinum, og hvørs avgerðir ikki eru givnar øðrum
myndugleikum.
2. stk. Sambært tey í 1. stk. givnu almennu stevnumið, sum § 5 í lógini ber við sær, ger
landsskúlastjórin av øll tey ítøkuligu mál, sum § 3, 5. stk. í lógini fevnir um.