Fróðskaparrit - 01.01.2004, Side 9
THE POETIC LANGUAGE IN REGIN DAHLS POETRY
7
samansetingum av ymiskum slagi, og tað
hevur tí allar møguleikar í sær, eingin givin
diskursur hevur framman undan noytt eitt
val uppá tað. I hesum nýggja poetiska mál-
inum er orðið eitl møguleikanna lendi
Hvert poetisk ord er sáledes et uventet ob-
jekt, en Pandoras æske hvorfra alle de sprog-
lige virtualiteter udspringer; det er følgelig
frembragt og konsumeret med en speciel in-
teresse, med en slags ophøjet gourmandise.
(ibid.p.47)
Hetta seinasta kundi verið sagt beinleiðis
um poetiska málið hjá Regini Dahl.
Tað er kortini eisini neyðugt at lýsa hetta
sum eitt relativt fyribrigdi. Tað vil her siga,
at tað málsliga eksperimenterandi finst í
einstøkum orðurn og í serligum málburði,
sum kemur fyri her og har víða hvar í ritverk-
inum, tó í so stóran mun, at tað eyðkennir
skaldskapin millum annan skaldskap. Orð
sum rúmskvøða og frumdarsteyp (Rekagrót
s. 11) skapa nýggja, óvæntaða rørslu í málið
við at nýnýta orðini rúm, kvøða, steyp og
forskoy tið frumdar-.
011 hendan broytingin er elvd av víttlevn-
andi virðiskollvelting,støðaneróttaelvandi,
tí subjektið í hesum diskursinum er ikki long-
ur lutur í givnari heild, men noyðist út í ein
tómleika, sum tað hevur til uppgávu at fylla,
nú skulu orð setast á alt tað, sunt eingin orð
hevur. Tilverulig vandamál, Gud, Himmal
og Helviti, ræðuleikar heimsins, rangasíða
kærleikans, rot og forgeingiligheit, alt hetta
otar seg inn í skaldsliga virksemið, nú tann
byrgingin móti hesum, sum tann form-
stranga klassikkin var, er fallin. Við hesum
kemur eisini tann negativa kategoriin inn í
fagurfrøðina, so hon í grundini bæði kann
rópast fagurfrøði og ljótfrøði.
Niðurstøðan hjá Barthes í hesum er, at
vit í modernaðum bundnum skaldskapi
valla kunnu tosa um eina felags poetiska
”ecriture”. Tá eingin skaldslig siðvenja,
sum gongur út frá einum ávísum innihalds-
ligum diskursi, stýrir poetisku málnýtsluni,
verður poetiska skriftin einstaklinga-skrift
ella persónligur stílur. (ibid.p.49)
Av hesum ridlar eisini fatanin av, hvat po-
esi og poetiskt mál er. Tá krøvini til bundið
ørindismál hvørva, og poetiska ntálið ikki
longur er eitt felagspoetiskt koncept, hvat
er tað tá, sum skilir skaldskap á bundnum
máli frá óbundna skaldskapinum?
Russiski-amerikanski málvísindamað-
urin Roman Jakobson( 1896-1962) tosar
um poeticity sum ein avgerandi eginleika,
tá vit skulu skilmarka poesi:
Only wlien a verbal work acquires poeticity,
a poetic function ofdeterminate significance,
can we speak of poetry. (Jakobson 1987 p.
378)
og hann heldur fram við eini frágreiðing
um, hvat hann meinar við, tá hann tosar um
poeticity:
But how does poeticity manifest itself? Poe-
ticity is present when a word isfelt as a word
and not a mere representation of the objekt
being named or an outburst of emotion, when
words and their composition, their mean-
ing, their external and inner form, acquire
a weiglit and value of tlreir own instead of
referring indifferently to reality. (ibid.)