Fróðskaparrit - 01.01.2004, Side 18
16
UPP UM VITSINS FLÚRAR
par meginøkini. Maður, kvinna, bardagi,
vápn, blóð, skip o.s.fr. eru slík altíð ítøkilig
fyribrigdi, sum hvørt sær hevur fleiri kenn-
ingar. Kenningasmíð Regins er ikki bund-
ið at hesum meginøkjunum, sum siðvenj-
an hevur skapt í kvæðahevdini. Hann ger
kenningar og samansettar myndburðir um
bæði ítøkilig og abstrakt fyribrigdi, og tað
víðkar málið, so tað í veruleikanum verður
markleyst. Vit kunnu siga, at hann tekur
principiella frælsið, sum grundleggjandi
er í slíkum orðasmíði í fullum álvara. Við
hesum verður orðasmíð hansara frígerandi,
inoderna og eyðkennir ein persóniigan stíl.
Orðini verða ikki sum í kvæðunum nýtt
aftur og aftur, tað er rár hending at síggja
hesi skaldsligu orð nýtt meira enn einaferð
í øllum ritverkinum. Vit kunnu siga um
skyldskapin millum orðagerð Regin Dahls
og gomlu kvæðakenningarnar, at tað errími-
ligt at halda, at stóri kunnleiki hansara til
kvæðini og annan fornan skaldskap ger, at
hann, á meiri ella minni tilvitaðan hátt, kann
hava kenningarnar sum part av barlastini í
orðasmíði sínum. Formliga grammatiskt
er skyldskapurin greiður, poetiskt estetiskt
síggja vit ein líkskap í tí, at orðini lyfta tað
sagda uppum tað gerandisliga, eru poetiser-
andi. Vit síggja tó eisini ein ólíkskap í tí, at
orð Regins eru nógv fjølbroyttari bæði av
lyndi og í tí, at hann ongar siðbundnar av-
markingar ger av tí, sum hann kann smíða
orð um, og tað er tað, sum er frígerandi og
moderniserandi.
Arkaiserandi orð og orðaformar.
”Sjáldsamur” málburður
Sum víst varð á, so skýggjar Regin Dahl
tað ”brúkta” og tað ”lænta” í poetiska máli
sínum. Vit sóu, at í yrkingini ”Krákan ella
apologia poeta” verður hetta beinleiðis
skírt málsligt Itor. Vit hava víst á, hvussu
skaldið verjir seg ímóti hesum við at gera
nýggjyrði sum tey, sum vit omanfyri hava
viðgjørt sum nýggjyrði og í samanburði við
kenningarnar í kvæðunum. Onnur eyðkenni
eru eisini, sum gera skaldamál Regins ný-
skapandi og serstakt, og her skulu vit nú
vísa á, hvussu hann, júst við at velja orð og
málburð úr eldri máli ella orð, sum á annan
hátt eru ”óvanlig orð”, skapar originalt og
eksotiskt skaldamál.
Áður hevur verið nevnt, at Regin Dahl
er tað, sum vit hava skírt ”skrivligt” skald.
Hetta hevur, sum greitt er frá, sína orsøk
í serligu tjóðskaparligu viðurskiftunum,
sum hava havt alstóra ávirkan á hann í
uppvøkstrinum. Víst varð á, at mállæra
J.Dahls, sum er hansara lærubók í før-
oyskari grammatikk, er ein konservativ
mállæra, skilt á tann hátt, at hon viðurken-
nir og útgreinar málformar, sum ikki eru til
í talaðum máli longur, og at tann hugburður
til mál, sum sæst í hesum, er í samsvari við
ráðandi tjóðskaparandan og við ta etymo-
logisku meginregluna í skriftmálsnormi
V.U.Hammershaimbs.
Eivind Weyhe, málgranskari, sigur um
hetta í grein frá 1996:
Færøsk grammatikskrivning og sprogrøgt
har i liøj grad opfattet sin opgave som en
historisk redningsaktion. / stedet for at ville
anerkende den skete sprogændring Iwr man
anset det som sin opgave at genopbygge det
forfaldne system. Forbilledet og rettesnoren
i dette genopbygningsarbejde liar man fun-
det dels i norrønt/islandsk og dels i det bal-