Fróðskaparrit - 01.01.2004, Side 202
200
A Viking-Age Shieling in Skarðsvík,
Fugloy, Faroe Islands
Ærgi í Skarðsvík, Fugloy
Anna Katrin Matras, Hákun Andreasen and
Stejfen Stummann Hansen
Føroya Fornminnissavn, Hoyvfk, P.O. Box 1155, FO-1 lOTórshavn, Faroe Islands.
Emails: gesturhov@postolivant.fo; hakuna@natmus.fo; stummann@natmus.fo
Úrtak
í 1950 árunum vísti Christian Matras á eina mongd av
føroyskum staðarnøvnum, sum høvdu tað gamla norrøna
orðið ærgi í sær. Orðið er avleitt av gamla írska áirge, í
týdninginum summarbeiti ellaærgi. Við støði í arbeiðnum
hjá Matras, fann Sverri Dahl nøkur fornfrøðilig støð,
sum kundu setast í samband við hesi staðarnøvn, og við
rannsóknum kom hann við fornfrøðisligum prógvum fyri
einum búskapi, við ærgjum tíðliga í føroysku søguni. Alt
hugtakið um ærgi, sum part av landbúnaðarbúskapinum
í víkingatíð og tíðliga í miðøld í Føroy um, varð tikið upp
til nýggja viðgerð av Ditlev L.D. Mahler í 1980 árunum.
A sínum korti yvir ærgi, hevði hann tó ongi toftalendi á
teimum norðastu av Norðoyggjunum í Føroyum.
f 1987 varð eitt tílíkt toftalendi staðfest í Skarðsvfk á
Fugloy. Toftalendið, sum varð skrásett í 2001, er á einum
gróðrarríkur háslætta, sum vendir móti landnyrðingi og
er okkurt um 200 metrar yvir havinum. í toftalendinum
er ein leivd av einum lítlum bygningi og einum garðlagi,
hvør sfna megin eini lítlari á. Húsasniðið kann heilt greitt
samanberast við bygningar á øðrum ávístum ærgistoftum,
t.d. áArgisbrekku íEysturoy. Tvey staðamøvn, sum hava
í sær ærgi, eru staðfest á plássinum.
Staðfestingin av ærginum í Skarðsvík ber prógv um,
ateinfullfíggjaðurlandbúnaðarbúskapur, samansetturav
høvuðsbúsetingini (vetrargarðar) og ærgi (summarbeiti)
eisini varð sett í verk á teimum norðastu oyggjunum av
Norðoyum, og gevur hetta tískil ábendingar um, at hetta
var ein skipan, sum varð sett í verk um allar Føroyar í
víkingatíðini.
Tað hevur verið víst á, at munurin millum lendi í
Føroyum og Noregi tvingaði niðursetumenninar úr
Norðurlondum at seta í verk eitt slag av summarbeitum,
sum var ólíkt tí í teirra Norðurlendska heimlandi. Hendan
skipan er funnin í tí írsk/gælisk mæltaøkinum sunnanfyri.
Høvundarnir loyva sær at halda, at niðursetumenninir
vóru eftirkomarar av írsk/norðurlendsku samfeløgunum,
sum vóru sett á stovn í írlandi og Skotlandi tíðliga í
víkingatíðini, og tískil vóru rættiliga kendir við ærgini
sum summarbeiti. Tey høvdu tí ikki fyri neyðini at
uppfinna nakað nýtt; tey bara fluttu yvir skipnanina
til lendir, ið lfktist teimum frá teirra heimlondum - til
Føroyar.
Abstract
Almost fifty years ago ancient shieling sites of Viking
Age date were identified in the Faroe Islands by
Christian Matras, the linguist, and Sverri Dahl, the state
antiquary. The sites normally contained archaeological
structures and typically had place-names featuring the
Old Irish element áirge attached to them. The whole
concept of shielings as part of the early Faroese farming
economy was reassessed by Ditlev L. D. Mahler during
the 1980s, and he produced a distribution map of these
sites. No shielings were noted in the outer Norðuroyar
on this map. In 2001, however, such a site was recorded
on Fugloy.
Fróðskaparrit 51. bók 2003: 200-211