Fróðskaparrit - 01.01.2004, Qupperneq 191
A VIEW TO 1MPR0VING THE ORTHOGRAPHIC GUIDELINES FOR
FAROESE PLACE NAMES IN RELATION TO PRACTICES UP TO THE PRESENT
189
Fyriseting + navnorð: Fyrisetingin verður
skrivað við lítlum stavi, t.d. í Geil, millum
Gilja, uttan Skarð, við Á.
Hjáorð + fyriseting + navnorð: Hjáorðið
verður skrivað við stórum og fyrisetingin
við lítlum stavi (tó vanliga er hjáorðið oft-
ast við lítlum, um navnið stendur í einum
samteksti) t.d. Uppi á Flat, Inni á Fjørð,
Niðri á Lágni, Uppi á Høgugørðum.
Nøvn í bundnum og óbundnum sniði
A ljóðmyndini á summum orðum hoyrist
ikki, um tey er bundin ella ikki, serstak-
liga viðvíkjandi sterkt bendum hvørki-
kynsorðum t.d. Byrgi, Høvdi, Leiti, Stykki,
Svølti. Her má ein kanna eftir, hvussu orðið
verður bent í mæltum máli, - verður t.d.
sagt ”úti í Byrgi” ella ”úti í Byrginum”.
Ber tað ikki til, verður navnið ski'ásett, sum
savnarin hevur skrivað tað upp.
At enda
Undannevnda uppskot greiðir ikki út í æsir
stavseting av staðarnøvnum. Vónandi er
sjøtul nú settur á eitt kjak um, um haldast
skal fast við ta stavseting, sum samtykt varð
1960, ella um tilmæli skal gerast um nýggj-
ar reglur við støði í rættskrivingarreglunum
í Føroyskari orðabók við einum ískoyti um
tað, ið ikki er nevnt har. Málnevndin átti at
tikið spurningin upp og kornið við einum
tilmæli um, hvussu staðarnøvn eiga at stav-
ast.
Greiðar og einvorðnar rættskrivingarregl-
ur viðvíkjandi staðarnøvnum kunnu gera
tað lættari at skipa staðarnøvn, ikki minst
í sambandi við útgávu ella við gransking
fyri eyga. Skilabest er, at staðarnavnaútgáv-
ur, eitt nú av kortum, hava einvorðna stav-
seting, t.e. at einsháttað nøvn verða stavsett
á sama hátt.
Tøkk
til Jóhan Hendrik W. Poulsen og Anfinn Johansen fyri
viðmerkingar.
Heimildir
Fortegnelse over stednavne pá Færøerne. 1960.
København
Føroyar. Topografisk kort 1:20 000. 1989-1998. Kort-
og Matrikelstyrelsen. København
Poulsen, J.H.W., Simonsen, M„ Jacobsen, J. í L„
Johansen, A. og Hansen, Z.S. (ritstj.). 1998. Føroysk
orðabók. Tórshavn.
Um stavseting av føroyskum staðanøvnum. 1924.
Tórshavn