Fróðskaparrit - 01.01.2004, Page 21
THE POETIC LANGUAGE IN REGIN DAHLS POETRY
19
hava ein líkskap við kvæðakenningar, sum
víst hevur verið á, men dentur hevur eisini
verið lagdur á at lýsa tann ólíkskapin, sum
hevur økt skaldafrælsi Regins og gjørt kenn-
ingarnar til eitt størri og víðari hugtak enn
tær eru í kvæðunum.
Arkaiserandi formarnir hava sama árin
sum nýggjyrðini, og teir lýsa eisini virðing
skaldsins fyri málinum og kærleikan til orð,
samstundis sum hann við teimum víðkar sí-
nar málsligu karmar og tekur sær listarligt
frælsi í málnýtsluni. Nýtslan av gomlum
formum kann tykjast tvørsøgn í tí, sum vil
síggja sum málsligt nýbrot, men arkaiser-
ingin gongur inn sum eilt tiltak í brotinum
við siðvenjuna, og júst burturdeyðir formar
gerast nýmál í modernaða skaldamálinum.
Sigast kann, at nýpoetiseringin av skalda-
máli Regin Dahls hendir støðugt í sam-
skifti við tað málið, sum ein málsliga og
tjóðskaparliga sera medvitin uppaling hev-
ur lagt niður í hann. Á hesi grund skapar
hann nýtt, hann skýggjar tað brúkta, tað
klisjumerkta og mennist av hesum tíðliga
til skaldið, sum hevur heilt sín egna máls-
liga stfl. Við hesum hevur hann slóðað rás
fyri tí málsliga eksperimentinum í bundna
skaldamálinum, og av skaldunum, sum taka
eftir hann, kunnu vit nevna Guðrið Helms-
dal Nielsen og Carl Johan Jensen.
Tøkk
Eg takki hjartaliga Turið Sigurðardóttir, Mariusi Staks-
berg, Eivindi Weyhe, Eyðuni Andreassen og Jóannesi
Gaard fyri beinasemi og hjálp.
Notur
1 Hugskot eftir yrkingini ”A nátt” Orðakumlar 1978.
Ør. ljóðar: Kaldar allar náttaraldur/skola upp um
vitsins flúi:
2 Jensen 1990. p.2 ” í tí líki vit liava kappakvæðini
fyri okkum í dag ber valla til at siga, at føroyska
kvæðahevdin eigur eitt fullskapað kenningakervi, ið
kann samanberast við tað, sum t.d. ertil skjals í eldri
íslendskum rímum. tað tilfarið, sum hevdin letur
okkum upp í hendur, er valla annað enn toftirnar
av einum bygningi, brot úr einari sundurskjørtlaðari
Iteild, ofta í avlagaðari mynd."
Bókmentaskrá
Barthes, R. 1968 (1953). Litteraturens nulpunkt.
Rhodos
Christensen, L.K. 2002. Lyrik og Dialog. Dialogiske
strukturer i den lyriske genre. Ph.d.afh. Syddansk
Universitet (ikki útgivin).
Dahl, R. 1937. í útlegd. Tórshavn.
Dahl, R. 1944. Tokkaljóð. Bókadeild Føroyingafelags.
Keypmannahavn.
Dahl, R. 1949. Beltisgyrði. Framløga høvundsins. Keyp-
mannahavn.
Dahl, R. 1955. Óttukvæði. Framløga: Regin Dahl. Ved-
bæk.
Dahl, R. 1965. Gongubitar. Hitt Føroyska Studenta-
felagið. Keypmannahavn.
Dahl, R. 1978. Orðakumlar/Ordkumler. Gyldendal.
Dahl, R. 1981. Eftirtorv. Orð og Løg. Tórshavn.
Dahl, R. 1985. Rekagrót. Orð og Løg. Tórshavn.
Dahl, R. 1988. Elliskekar. Orð og Løg. Tórshavn.
Dahl, R. 2000. Smámunir. Orð og Løg. Tórshavn.
Djupedal, R. 1964. ”Litt om framvoksteren af det fær-
øyske skriftmalet”. Skriftsprák i utvikling. Tiársskrift
for Norsk Spráknemnd. Oslo. pp. 144-186.
Eliot, T.S. 1957. On Poetry and Poets. Faber and Faber
Ltd.
Fidjestøl, B. 1974. "Kjenningssystemet. Forsøk pa ein
lingvistisk analyse”. Maal og Minne. Det Norske
Samlaget. Oslo.
Friedrich, H. 1987. Strukturen i moderne Lyrik. Gylden-
dal. Umsett úr týsku upprunaútgávuni frá 1968
Gads Litteraturlexicon. 1999. Gads Forlag.
Jacobson, R. 1987. ”What is Poetry?” in: Language
in Literature pp.368-379. The Belknap Press of
Harvard University Press, Cambridge, Massachusets
London, England.
Jensen, C.J. 1990. Kenningar íføroysku kappakvæða-
hevdini. Ein roynd at savna og lýsa leivdirnar