Fróðskaparrit - 01.01.2004, Side 185
Hvussu ber til at bøta um stavsetingina av
staðarnøvnum?
183
A view to improving the orthographic guidelines for Faroese place
names in relation to practices up to the present
Marjun Arge Simonsen
Garðavegur 8, FO-188 Hoyvfk, Faroe Islands. Email: marjuns@kallnet.fo
Úrtak
Vit hava ymsar rættskrivingarreglur í sambandi við
stavseting av staðarnøvnum. Tað er góður stuðul í teim-
um, men stundum røkka hesar reglur ikki, eitt nú tí at
ymisleikin í sniði, ið nøvnini hava, ger seg galdandi.
Neyðugt er at hava greiðar reglur, tá ið staðarnøvn skulu
skrásetast, tí annars er sera trupult at skipa nøvnini eitt nú
í sambandi við gransking. I hesi grein verður lagt fram
eitt uppskot um styttri og greiðari rættskrivingarreglur.
Nakrar navnatýpur verða tiknar við, ið ikki eru viðgjørdar
í teimum rættskrivingarreglum, ið áður eru prentaðar.
Eisini verður nomið við, hvussu reglurnar verða fylgdar
í sambandi við staðanavnatilfar, ið kemur á prent ella á
annan hátt verður almannakunngjørt.
Abstract
Which is the best way to spell Faroese place names?
There have been made several attempts to set up
orthographic guidelines for Faroese place names, but
still there is inconsistency between these guidelines and
practices. Also there are quite a number of examples of
names, which these guidelines do not cover.
The article reports these guidelines, which have
been published in various versions and points out, at
which points the guidelines are insufficient. A proposal
is made to organise these guidelines in a short and
cohesive structure. This will be shown in examples. Also
there will be examples at which points there have been
problems to follow the current guidelines.
Fyrsta royndin
Longu í 1924 kom ritlingurin Um stavset-
ing av føroyskum staðanøvnum. Hann er
15 bls. til longdar, og tað er Hitt Føroyska
Studentafelagið, ið er útgevari. A permuni
stendur ”Serprent av grein í Tingakrossi 6.
august 1924, ið sigur frá teim princippum,
sum eru løgd til grund fyri uppskotinum til
stavsetingar av teim føroysku staðamøvn-
um. - Greinin er fyrireikað av stud. mag.
Chr. Matras”. Hetta er fyrsta roynd at seta
stavsetingarreglur fyri staðarnøvn upp til
vanliga nýtslu. Tó eru reglurnar ikki al-
ment um staðarnøvn men fyrst og fremst
um stavseting av bygdarnøvnum. Men
- sum nevnt á permuni - verður nomið við
tær meginreglur, ið eru støðið undir stavset-
ingini. Stavseting av bygdarnøvnum er
eitt vandamál, ið hevur givið nógv høvuð-
brýggj, áðrenn reglur vóru ásettar. I ritinum
eru eisini ymsar frágreiðingar og leiðbein-
ingar viðvíkjandi stavseting. Nakrar av hes-
um leiðbeiningum eru broyttar síðan.
Fróðskaparrit 51. bók 2004: 183-189