Fróðskaparrit - 01.01.2004, Side 254
252
Philopatry, dispersal, and survival
of wren (Troglodytes troglodytes)
in the Faroe Islands
Hvussu músabróðir (Troglodytes troglodytes) yvirlivir, spjaðir seg, og
hvussu staðbundin hann er í Føroyum
Sven-Axel Bengtson
Museum of Zoology, University of Lund, Helgonav. 3, SE-223 62 Lund, Sweden.
Email: Sven-Axel.Bengtson@zool.lu.se
Úrtak
Reiðrandi músabrøður og floygdir ungar hjá norður-
atlantiska føroyska músabróðrinum (Tmglodytes t.
borealis) vórðu í nøkur ár ringmerktir við littum ringum
(n= 134) á sjey avmarkaðum økjum á seks føroyskum
oyggjum. Ein einstakur (ringmerktur tá hann var floygd-
ur) ferðaðist í minsta lagi 50 km og læt seg forða
hvørki av oyggjum ella vatni. 61,5% av steggjunum,
sum reiðraðust, komu aftur til sama stað á hvørjum ári
(n=26), og hetta er ein ábending um at steggin er sera
staðbundin. Líkt er til at fleiri føroyskir músabrøður
yvirliva samanborið við ringmerkingar-úrslit frá megin-
landinum. Væntaði livialdurin hjá steggjum sum reiðrast
(t.e. í minsta lagi eitt ára gamlir), var 2,1 ár, og tveir
steggjar reiðraðust í minsta lagi fýra fylgjandi ár aftan
á at teir vórðu ringmerktir. 15% av teim reiðrandi
bøgunum komu aftur (n=20). Av teimum floygdu
ungunum komu 10.2% aftur (n=88). Av floygdu ung-
unum komu munandi fleiri steggjar enn bøgur (vit ganga
út frá at kynsbýtið var javnt) aftur hagar, teir vórðu klakt-
ir. Óroyndir steggjar vóru munandi minni hepnir at fáa
maka enn teir eldru. Møguligar frágreiðingar, hví bæði
kynini spjaða seg ymist, verða viðgjørdar. Eingin munur
varð sæddur millum øki ella ár, kanska tí ov fáir fuglar
vórðu kannaðir.
Abstract
Breeders and fledglings of the North Atlantic Faroese
wren (Troglodytes t. borealis) were colour-ringed
(n=134) during a number of years in 7 limited areas
on 6 of the Faroese islands. Most of the autumn re-
sightings of marked individuals (n=45) were male-
biased and made < 2 km from the ringing site and on
the same island. One individual (ringed as fledgling)
dispersed at least 50 km, passing islands and water-
barriers. For male breeders retum rate across years and
areas was 61.5% (n=26), which implies a high degree
of philopatry. The minimum annual survival suggests a
significantly higher survival rate than shown by ringing
recoveries of mainland wrens. Mean life expectancy of
breeding males (i.e. at least one of age) was 2.1 years
and two males bred for at least 4 consecutive years
following ringing. For female breeders overall return
rate was 15.0% (n=20). For fledglings 10.2% (n=88).
Among fledglings signiflcantly more males than females
(assuming an equal sex ratio) returned to natal areas.
In males, fírst-time breeders were significantly less
succesful in obtaining mates than older ones. Possible
explanations for the sex-biased dispersal patterns are
discussed. No differences between areas or years were
discernible, possibly due to very small sample sizes.
Fróðskaparrit 51. bók 2004: 252-263