Fróðskaparrit - 01.01.2004, Side 190
188
HVUSSU BER TIL AT BØTA UM STAVSETINGINA AV STAÐARNØVNUM?
og/ella fyriseting, t.d. í Sondunum, Inni á
Dal, Uppi á Brúnni, Heimi á Garði.
í sambandi við bygdarnøvn er hetta
tó ikki galdandi. Har hevur ein hvørfals-
formur verið enduskapaður, sjálvt um hvør-
falsformurin ikki áður hevur verið skrift-
festur, sum kunnugt er.
Samansett nøvn, har ið báðir partar eru
navnorð, verða skrivað í einum (vanliga er
fyrri liður í hvørsfalli), t.d. Hoyvíkshólmur,
Debesartrøð,Dagingartúgva, Jógvanskrók-
ur.
Somuleiðis um fyrri liður er fólkanavn
við sa-ognarfalli (sa-possessivi), t.d. Ludd-
asatrøð, Pólsagerði.
Lýsingarorð í grundstigi + navnorð verð-
ur skrivað í einum, t.d. Langidalur, Stóri-
steinur.
Samansett lýsingarorð í grundstigi +
navnorð verða skrivað sarnan, t.d. Rund-
bøllutiheyggjur; Mislittafylgið (navn á
seyðafylgi).
Lýsingarorð í miðstigi el. hástigi + navn-
orð verður skrivað í tveimum sambært For-
tegnelse over stednavne pá Færøerne. Best
hevði verið at viðtikið, at navnið verður
skrivað í einum, eitt nú fyri at sleppa undan
ørkymlan, tí navn við lýsingarorði í grund-
stigi verður skrivað í einum (tó eru tað ikki
somu lýsingarorð, ið koma fyri í grundstigi
sum í miðstigi og hástigi). T.d. Innaribarm-
ur, Ovarihjalli, Heimaridalur.
Men: Er navnorðið samansett, verður tað
skrivað í tveimum, t.d. Innari Váðasteinur,
Heimara Tróndargjógv (sí seinni).
Herðing og samandráttur kann stund-
um gera av, hvussu nøvn við fyrra liði í
miðstigi ella hástigi skulu stavsetast. Tískil
skulu nøvnini t.d. Syðradalur; Norðradalur,
Norðragøta, Syðrugøta, Syðraskarð (fyrri
liður hevur høvuðsherðing, seinni liður hev-
ur hjáherðing) skrivast í einum.
Lýsingarorð + navnorð í bundnum sniði
verður skrivað í tveimum, t.d. Lítla Hólmin,
tað Stóra Gilið, Stóra Rivið, Gamla Urðin,
Gamla Bólið á Grótvølum, Reyða Rókin,
Uppi á teirri Grønu Fløtuni.
Lýsingarorð + samansett navnorð: Er
fyrri liður í navnorðinum lýsingarorð, so
stendur fyrra lýsingarorðið leyst frá, t.d.
Stóra Bládýpi, Lítla Bládýpi. Somuleiðis
um fyrri liður í navnorðinum er navnorð,
t.d. Lítli Føstuvarði, Stóra Træbrúgv, Lítla
Viðurbyrgi, Lítla Spreingisá, Stóri Reynsa-
tindur.
Unđantøk er t.d. nøvn sum Stóraleitis-
botnur, ið hevur fingið navn eftir einum
plássi, ið eitur Stóraleiti. Og Lítlabergs-
gjógv, ið hevur fingið navn eftir Lítlabergi.
Her hevði ikki borið til at skriva Lítla
Bergsgjógv, tí so hevði høvuðsorðið verið
Bergsgjógv í staðin fyri Lítlaberg.
Navnorð + lýsingarorð verður skrivað í
tveimum - og bæði orðini við stórum stavi,
t.d. Gjógvin Lítla, Dalurin Langi.
Navnorð + fyriseting + navnorð verða
skrivað í trimum. Navnorðini verða skrivað
við stórum, fyrisetingin við lítlum stavi, t.d.
Fjallið millum Botna, Tangin á Nesinum.