Fróðskaparrit - 01.01.2004, Side 187
A VIEW TO IMPROVING THE ORTHOGRAPHIC GUIDELINES FOR
FAROESE PLACE NAMES IN RELATION TO PRACTICES UP TO THE PRESENT
185
stav i begge ordene, f.eks. Gjógvin Lítla.
Navne, der bestár af substantiv plus præ-
position plus substantiv, skrives i tre ord
med stort begyndelsesbogstav i substanti-
verne og lille i præpositionen, f.eks. Ain í
Rættum, Fjallið millum Botna. Alle øvrige
sammensatte navne skrives i et ord uanset
sammensætningernes art og længde, f.eks.
Brattaskoragjógv, Fuglfjarðarskarð, Heim-
antúnstriðingur.”
Hesar reglur hava í stórum drøgum verið
fylgdar higar til dags, tó við tí undantakið,
at siðvenjan meiri er vorðin at góðkenna
navnorð í bendum sniði (við fyriseting ella
hjáorði og fyriseting) og ikki endurskapa
eitt navnasnið í hvørfalli, um navnið bert er
kent í bendum sniði.
Føroysk orðabók
Tá ið arbeitt varð við Føroyskari orðabók,
sum kom út í 1998, varð avgjørt at hava
rættskrivingarreglur aftast í bókini. Har eru
hentar og nágreiniligar leiðbeinginar, eisini
viðvíkjandi stavseting av staðarnøvnum
og teimum fyrisetingum, ið verða nýttar í
sambandi við tey ávísu nøvnini. Hesar rætt-
skrivingarreglur byggja lutvíst á reglurnar í
Fortegnelse over stednavne pá Færøeme.
Reglurnar eru hesar (Føroysk orðabók,
1998:1449-1450);
Føroysk staðanøvn:
• Føroysk staðanøvn, ið eru lýsingarorð sam-
an við navnorði, verða skrivað í einum orði
(t.d. Langasandur, Lítlagil), tó við hesum
undantøkum: Lítla Dímun og Stóra Dímun.
Staðanøvn, sum hava lýsingarorðið aftan-
fyri, verða skrivað í tveimum og við stórum
í báðum førurn, t.d. Gjógvin Lítla.
• Nøvn, ið eru navnorð saman við fyriseting-
arliði, verða skrivað í trimum, navnorðini
við stórum og fyrisetingin við lítlum, t.d.
Áin í Rættum, Fjallið millum Botna.
• 011 onnur orð, ið eru samansett av fleiri
liðum, verða skrivað í einum, hvussu langar
samansetingarnar annars eru, og hvussu tær
annars eru vorðnar, t.d. Brattaskoragjógv,
Fuglfjarðarskarð, Heimantúnstriðingur.
Fyrisetingar framman fyri staðanøvn
• av og á hoyra saman: á Eiði - av Eiði', eg
búgvi á Eiði', eg eri av Eiði', á Strondum - av
Strondum.
• i og úr hoyra saman: í Havn - úr Havn; eg
búgvi íHavn; eg eri ættaður úr Havn; íVatns-
oyrum - úr Vatnsoyrum.
• við og frá hoyra saman: við Gjógv - frá
Gjógv; hann býr við Gjógv og er ættaðurfrá
Gjógv; við Ljósá —frá Ljósá, við Norðskála
-frá Norðskála.
• Gevið gætur, at tað eitur í Syðradali og úr
Syðradali í Streymoy, men á Syðradali og av
Syðradali í Kalsoy.
• Um skip og bátar, sum liggja á sjónum úti fyri
bygdini ella við bryggju, siga vit í flestum før-
um ikki, at tey liggja /' men á (á Vestmanna),
og teir fara ikki úr nten av (av Vestmanna).
Lómur kom á Havnina; kl. 19 fer hann av
Havnini til Danmarkar.
• Góður føroyskur málsiður er at hava fyri-
setingina í framman fyri oyggjanøvn og
oyggjalandanøvn: í Føroyum, í Hetlandi, í
Orknoyggjum o.s.fr. Danskt og onnur skandi-
navisk mál nýta harafturímóti fyrisetingina
pá í tílíkum føri sum t.d. ”pá Færøerne, pá
Shetlandsøerne”. Tá ið tað kemur til fjarari