Fróðskaparrit - 01.01.2004, Síða 336
334
ÍNSTRUCTIONS TO AUTHORS
Høvundaleiðbeining
Fróðskaparrit cr líðarritið hjá Fróðskaparfclagnum. Allar
náttúruvísindaligar og læknafrøðiligar ritgerðir, somuleiðis
allar hugvísindaligar ritgerðir á øllum skandinávisku
málunum ella á enskum hava áhuga um so er, at evnið, tær
viðgera, hevur samband við Føroyar.
Ritstjórnin og/ella óheftir metarar viðgera øll handritini,
sum koma inn. Gjørt skal verða eftir hesi leiðbeining,
annars verður ritgerðin send høvundanum aftur, so at hann
kann endurskoða hana.
Send upprunaritið og tvey avrit av handritinum til
ritstjóran, helst eisini sum fíl á 3'A“ diskli í WordPerfect ella
Word ella sum ASCII-fíl.
Høvundarnir fáa rættlestrar sendandi, og teir eiga at
verða sendir ritstjóranutn aftur innan eina viku. Sum minst
eigur at verða broytt; eru ógvisligar broytingar, verður kravt
fyri tað.
Eingi serprent verða gjørd. Istaðin fáa høvundarnir grein
sína sendandi í teldformi sum pdf, í somu uppseting sum í
prentaðu útgávuni. Pdf-skjalið kann leggjast út á heimasíðu
ella býtast út eftir ynski. Pdf-fílan er læst og møguligt er ikki
at rætta ella broyta í skjalinum.
Leiðbeining:
Handrit eiga at lúka tær treytir, sum eru vanligar innan tey
ymisku vísindaligu økini. Kortini má so lítið sum gjørligt
vera av ískoytisviðmerkingum, serliga eigur at vera roynt at
sleppa undan undirgreinum - tá átti heldur at verið komið
við allari frágreiðingini í sjálvari ritgerðini.
Skákstavir (kann eisini verða víst á í tekstinum 'við at vera
undirstrikaðt eiga at verða nýttir til:
1) At vísa til heitið á bókum og tíðarritum
2) Plantu-og djóraheiti á latíni
Heitið á ritgerðini: Feitir stavir, stórir og sniáir stavir og
navnið á høvundanum/unum: Skákslavir, stórir og smáir
stavir og so tvær tómar reglur.
Stig 1 undirheitið: Feitir stavir, stórir og smáir stavir og
so ein tóm regla.
Stig 2 undirheitið: Fcitir stavir, stórir og smáir stavir,
eingin tóm regla aftaná.
Stig 3 undirheitið: Skákskrift, stórir og smáir stavir, eingin
tóm regla aftaná.
Heitið á greininum, tekstin til myndar og tabellum skal
standa á føroyskum og ongelsk.
Heitið og navnið á høvundanum eiga at standa á fyrstu
síðu, síðani kemur samandráttur av ritgerðini, ið ikki má
vera meiri enn 175 orð, ið víðka um heitið uttan at endurtaka
tað. Samandrátturin vísir í stórum á endamálið við ritgerð-
ini, greiðir frá arbeiðinum, staklutum og týdningarmiklum
úrslitum og niðurstøðum. Umframt eigur enn eitt úrtak at
vera tøkt til at týða annaðhvørt til føroyskt ella enskt alt eftir,
hvørjum máli ritgerðin er á. Fult navn og bústaður hjá høv-
undanum/unum eiga at standa aftan á tilvísingarlistan,
somuleiðis telefon- og faksnummar og hvagar snarpostur
kann sendast.
Best var, um teksturin var býttur upp í: Inngangur, tilfar
og mannagongd, úrslit, kjak og niðurstøðu, men onnur
hugtøk munnu fara at verða góðkend. I tekstinum verða
altjóða skipanir og eindir nýttar (Sl-Units, sum til dømis
metur skrivaður m; Celcius-stig skrivað °C). Myndir: Talv-
ur og myndir (eisini fotomyndir) eiga at standa aftan á tekst-
in, og frágreiðing um tær eigur al standa í myndatekstinum
(ikki sum: ...sí tekst). I talvunum eigur teigari (tabulator) at
verða nýttur. ongantíð glopp. Myndir eiga at verða sendar
sum ein EPS (PRN?) fílur ella prentaðar á hvítt pappír. Allir
stavir og øll tøl verða sett við telduni hjá prentaranum.
Svart/hvítar fotomyndir ella litmyndatalvur mugu sendast
sum diasmyndir ella sum glansprent, ikki størri enn A4 til
støddar.
í tekstinum eiga tilvísingar ikki at verða talmerktar, men
navngivnar sum Joensen (1963) ella tá ið tað liggur belur
fyri sum (Joensen, 1963). Er meiri enn ein tilvísing, eigur at
verða skrivað soleiðis: Joensen (1963; 1970), ella: (Joensen,
1963; 1970), ella: (Svabo, 1783; Joensen, 1963). Soleiðis
eigur at verða víst til ávísar síður: (Joensen, 1963: 123-134).
Soleiðis eigur at verða víst til tveir høvundar: (Joensen og
T&ning, 1970) og soleiðis til meiri enn tveir høvundar:
(Enckell etal., 1986). Longri niðri stendur tilvísing í fullum
orðaljóði. Tilvísingarlistin eigur ikki at verða settur í
nummarrøð, men skrivaður í bókstavarøð, heiti á bókum í
fullum It'ki, tíðarrit við teimum styttingum, sum tíðarritið
nýtir í løtuni, so sum:
Benjaminsen, T. og Christensen, I. 1980. The natural history
of the bottlenose Whale, Hyperoodon ampullatus
(Foster). In: Winn, H.E. and Olla, B.L. (eds.). Behavior
of Marine Animals vol 3: 143-158.
Enckell, P.H., Bengtson, S.-A., Douwes, P., Niklasson, M„
Stille, B. og Wiman, B. 1986. The dispersal pattern of an
anthropochorous species: Genetic variation in pop-
ulations of Lumbricus lerrestris L. (Lumbricidae) in the
Faroe Islands. Hereditas 104: 253-261.
Joensen, A.H. 1963. Ynglefuglene pá Skúvoy, Færøerne,
deres udbredelse og antal. Dansk Ornith. Foren. Tidskr.
57: 1-18.
Joensen, H.D. 1970. Fuglamyndir eftir Díðrik á Skarvanesi.
Fróðskaparrit 18: 275-296.
Joensen, J.S. og T&ning, Á.V. 1970. Marine and Freshwater
fishes. In: Sparck, R.Ý and Tuxen, S.L. (eds.). 1928-
1971. The Zoology of the Faroes III(I): LXII-LXIII. 1-
241.
Svabo, J.C. 1783 (1959). Indberetninger fra en Reise i
Færøe 1781 og 1782. Selskabet til Udgivelse af Færøske
Kildeskrifter og Studier. København.
Udkast til Lov for Færøerne om Jagt, Fuglefangst m.m.
1911. Forslag og Betænkninger afgivne af Den Færøske
Landbokommision. København: 303-314.
Williamson, K. 1970. (2nd ed). The Atlantic Islands. A study
of tlie Faroe Life and Scene. London.
Sendið handritini til Dorete Bloch, ritstjóra, Foroya
Náttúrugripasavn, FO-100 Tórshavn, tlf.: 318588, faks:
318589, Snarpostur: doreteb@ngs.fo.