Fróðskaparrit - 01.01.2004, Qupperneq 239
237
A history of colonization and current status
of the house sparrow (Passer domesticus)
in the Faroe Islands
Ein søgulig lýsing av búsetingini hjá gráspurvanum í Føroyum og
støðu hansara í dag
Sven-Axel Bengtson 1, Kirstin Eliasen2, Laura Mary Jacobsen2
and Eyðfinn Magnussen2
1. Museum of Zoology, University of Lund, Helgonav.3, SE-223 62, Sweden.
Email: Sven-Axel.Bengtson@zool.lu.se
2. Fróðskaparsetur Føroya, FO-IOOTórshavn, Faroe Islands.
Emails: Kirstin@Ostenfeld.dk, Laurel@Post.01ivant.fo, EydfinnM@Setur.fo
Úrtak
Gráspurvur (Passer domesticus) eigur í flestu býum
og bygdum í Føroyum. Rættilig niðurseting byrjaði
miðskeiðis í 1930unum, og sfðatii hevur hann spreitt
seg um oyggjarnar. Úrslitini í greinini eru grundaði
á nýggjar teljingar, samrøður við fólk og skrivligar
frásagnir. Spjaðingarmynstrið er torskilt, bæði tá hugt
verður at búsetingarmynstrinum kring landið, og hvussu
hetta broytist við tíðini. Kanning okkara vísir, at tað
helst eru fleiri sjálvstøðugir tilflytarar, og stuðlar hetta
undanfarnar metingar. Alt bendir á, at spjaðingin av
gráspurvi er tengd at fólki, og í hvønn mun bygdirnar
eru avbyrgdar. Eisini hava livilíkindi og broytingar av
stovninum á staðnum nógv at siga. Kanningin er gjørd
í 118 bygdum og býum, og vísir hon, at gráspurvur
búleikast í 80 % av teimum. Gráspurvurin tók fyrst búgv
á teimum størru plássunum f Iandinum, og var at finna
á flestu teirra fyri 1960. Tey fyrstu 30-40 árini búsettist
gráspurvurin í 50% av føroysku bygdunum, og í fyrru
helvt av 1980unum hevði hann breitt seg til 65% av
bygdunum. Stovnsstøddin f 2001 og 2002 var mett at
vera ávikavist 2.500 og 2.700 pør. harav ein triðingur
er í Tórshavn (90 pør/km2). Talið av gráspurvi hevur
verið eitt sindur óstøðugt, bæði í hvørjari bygd sær og
samlað fyri landið. Lítið er til av søguligum tilfari um
stovnsstøddina gjøgnum árini, og í løtuni hómast eingin
týðilig broyting í gráspuvameinginum.
Fróðskaparrit 51. bók 2004: 237-251
Abstract
The house sparrow (Passerdomesticus) breeds commonly
in built-up areas throughout the Faroe Islands. The
colonization began in the mid-1930s and the subsequent
spread is described on the basis of previously published
records, interviews with local people, and recent surveys
of all habitations. Spatio-temporal pattern of spread is
complex lending support to previous suggestions of
possible, independent immigrations. It is suggested
that the process of spread was influenced by the
agency of man, geographical isolation (water-barriers
and topography), and local conditions and population
dynamics. Until now 80 % of the settlements (n = 118)
have been more or less permanently colonized: first the
larger ones (nearly all before 1960) and within 30-40
years c. 50% of those currently colonized (65% in the
early 1980s). Total breeding population in 2001 and 2002
was estimated at c. 2,500 and 2,700 pairs, respectively;
one-third being recorded in the capital Tórshavn (90
pairs/km2). The numbers (total and local) have fluctuated
(though precise historical data are scarce) but currently
no trend is discernible.