Fróðskaparrit - 01.01.2004, Qupperneq 188
186
HVUSSU BER TIL AT BØTA UM STAVSETINGINA AV STAÐARNØVNUM?
lond, hava vit lyndi til at skifta lag, taka
fremmanda háttin og nýta á fyri í: "á Alandi,
á Filipsoyggjum” o.s.fr. Fóru vit eftir før-
oyskari málkenslu, søgdu og skrivaðu vit
heldur íAlandi, (Filipsoyggjum o.s.fr.
Bústaðurin í hvørjumfalli
• Mælt verður til at hava t.d. gøtunavn,
bygdar- ella býarnavn, oyggjarnavn o.tíl. f
hvørjumfalli við ongari fyriseting sum t.d.
bústaðarnaVn ella uttanáskrift á brævi, t.d.
Bogi Isaksson, Fuglafirði, Anna Jógvans-
dóttir, Garðgøtu 5, Vági, Ormur Ivarsson,
Skála. Er gøtunavnið sett saman av fleiri
nøvnum, verður síðsti navnaliður skrivaður
leysur frá, t.d. V.U. Hammershaimhs gøtu
16.
Harumframt (Føroysk orðabók, 1998:
1444):
Tví- ella Jleirliðað sernøvn
(...)
• Fyrisetingundan staðanøvnum verðurskriv-
að við lítlum: við Á, undir Kletti, oman
Garða.
• Hjáorð undan staðarnavni kann verða skriv-
að við stórum, um tað kennist sum partur í
staðarnavninum, t.d. Inni í Dal, Frammi í
Stovu, Yviri við Strond (men: eg gekk yviri
við Strond).
(...)
Sum nevnt eru hetta góðar og greiðar leið-
beiningar. Bygt verður lutvíst á tær reglur,
sum standa í Fortegnelse over stednavne
pá Færøerne. Nógvar hentar upplýsingar
eru komnar afturat, eitt nú um fyrisetingar
í sambandi við bygdarnøvn og nakað um
stavseting av gøtunøvnum. Men tó er part-
urin um nøvn, ið innihalda lýsingarorð í
mið- og hástigi ikki tikin við. Orsøkin kann
hava verið, at ivi hevur verið um, hvat skila-
besti háttur er at stavseta hesi nøvn. Heldur
einki verður nevnt um krøv til høvuðssnið
av staðarnavni - um treyt er, at eitt staðar-
navn skal hava eitt hvørfalssnið ella um
annað navnasnið kann góðtakast, hvussu er
við samansettum staðarnøvnum í bundnum
sniði o.s.fr.
Vansin er tí tann hjá einum, ið tekst við
at skráseta staðarnøvn; at staðarnøvn eru
so ymisháttað, at hann alsamt rakar við
nøvn, ið ikki hóska inn í nakrar av hesum
reglum.
Oreglusemi
Eftir 80 árum hevði verið gott, um greiða
hevði verið fingin á stavseting av staðar-
nøvnum í verki.
Verður hugt at topografisku kortunum
1:20 000 (1989-1998), ið er at kalla eitt
stórverk í føroyskari staðarnavna- og kort-
útgávu, sæst, at reglusemi er viðvíkjandi
flestum nøvnum og stavsetingin samsvarar
við ásettu reglur, men tað eru tó tveir navna-
bólkar, sum ikki hava nakað reglusemi í
stavsetingini. Annar bólkurin er fyriseting
+ navnorð; har er sera ymisligt, nær fyri-
setingin er við stórum stavi ella ikki, t.d. á,
innan, í, millum, undir, uttan og við. Hin
bólkurin er lýsingarorð í miðstigi el. hástigi
+ navnorð. I hesum føri er sera tilvildarligt,
nær nøvnini verða stavað í einum ella tveim-
um.
Fyri at lýsa hetta vandamál nærri, verða
tikin nøkur dømi frá topografisku kortunum