Fróðskaparrit - 01.01.2004, Side 12
10
UPP UM VITSINS FLÚRAR
samfelagnum eru dialogisk viðurskifti, ein
støðug spegling báðar vegir.
í støðugum samskifti við málsliga jørð-
ildi sítt mennir Regin Dahl sítt serstaka
poetiska mál. Orðburðurin og málsniðið
alt er livandi og broytiligt, ongantíð, um
vit líta burtur frá nøkrum av teimum held-
ur óbúnu ungdómsyrkingunum, innantóm
endurnýtsla ella herming. Orð fáa nýggja
merking í nýggjum samansetingum og
orðavalið er ofta óvanligt ella eksotiskt, tí
at skaldið í staðin fyri at brúka orð, sum
tykjast honum uppslitin ella tránýtt, reikar í
minnisgoymslum og hugflogi eftir teimum
orðunum, sum geva poetiska hugskotinum
beinraknasta málsliga búnan.
Tá tosað verður omanfyri um ”óbúnar
ungdómsyrkingar”, er tað savnið I útlegd
(1937), ið hugsað verður um. í tí savni-
num er ávirkanin frá serliga teimum báðum
H.A.Djurhuus og Janusi Djurhuus týðilig,
og Regin Dahl sjálvur kendist ikki l'egin
við tær yrkingarnar seinni. I næsta savn-
inum Tokkalióði (1944) er fyrsta yrkingin
”Krákan” ein umbering fyri fyrsta yrkinga-
savnið. Hon hevur undirheitið "Apologia
poeta” og umberingin ella verjurøðan er
eyðsýnd í fyrsta ørindi:
Vár aftur? -og sól og hól?
eyameg! Iivørt rím eg stjól
sum pyntisjúk kráka -
vit vóru nýgift, eg og orð,
hvat visti eg um málsligt hor -
hvørt Ijóð var nýtt,
og alskin, býtt
trúði mín fjepna sál,
at øll vóru blúgv og einki brákað!
(Tokkalióð 1944.p.6)
Regin skyldar her sínar fyrstu yrkingar
uppá ungdóm og naivitet. Hann var ”nýgift-
ur” við orðunum, t.v.s. óroyndur yrkjari,
og harav stóðst tað, sum hann í yrkingini
skírir— ”málsligt hor”. Úrslitið av hesum
sæst í seinasta ørindi, har krákan fær krím
og missir málið - tað er lønin, sum skaldið
fær fyri ikki at vera sannur og upprunaligur
sum skald.
í málsligu uppalingini, sum Regin Dahl
fekk, var tað pápin, Jákup Dahl, próstur,
sum hevði størsta týdningin. Umframt tað,
at hann beinleiðis fekk frálæru í føroyskum
heima, sigur Regin sjálvur, at hann er upp-
vaksin við at hoýra vakurt og væltalað mál
og at duga kvæðini. Hetta seinasta kemur
eisini ofta til sjóndar í bæði málbrúki og
hugburði í yrkingum hansara.
Skaldamál Regins hevur ”skrivligan”
dám. Hetta hevur sína orsøk í serligu tjóð-
skaparligu viðurskiftunum, sum hava havt
alstóra ávirkan á hann f uppvøkstrinum.
Hann veksur upp, meðan málstríð føroyin-
ga er av tí harðasta, tað hevur verið nakran-
tíð, og í hesum stríði er sum kunnugt Jákup
Dahl ein týðandi persónur. Mállæra Jákup
Dahls er, í hvussu er sætt úr modernaðum
málfrøðisjónarhorni, ein konservativ mál-
læra, skilt á tann hátt, at hon viðurkennir
og útgreinar málformar, sum ikki eru til í
talaðum máli og heldur ikki vóru tað tá.
Tann hugburður til mál, sum sæst í hesum,
er í samsvari við ráðandi tjóðskaparandan
og við ta etymologisku meginregluna í
skriftmálsnormi V.U.Hammershaimbs. Við
bíbliutýðing síni skapti Jákup Dahl eisini
eitt føroyskt hámál, sum hevur havt týðandi
ávirkan á skaldamál Regins.
Tó at Regin er víðfarin lesari, heldur