Fróðskaparrit - 01.01.2004, Síða 17
THE POETIC LANGUAGE IN REGIN DAHLS POETRY
15
Orðið summarsmcekja er dømi um kenn-
ingarlfkt nýggjyrði, har djúpasta meiningin
í yrkingini hvílir á júst hesum orði, sum ber
av øllum hinum. Tað vísir til árstíðina, til
kvæðaheimin og plantufrøðina, og úrslit-
ið er svørðið, sum er sangurin og harvið
yrkingin(listin), sum er so djørv, at enn ikki
týningarhøggið ræðir hana.
Omanfyri hevur mest verið gjørt burtur-
úr teimum nýggjyrðunum, sum eru substan-
tivisk, men hópurin er eisini av orðum, sum
eru lýsingarorð og lýsingarhættir. Dømi
um hetta eru orð sum fjaðrqføgur, dráps-
reyð, fevningsjjarur, frumfrískum. Dømi
um nýggjyrði, sum eru lýsingarhættir eru
orð sum eiturklovin, hinkulinkandi, góðgu-
gøddur,mánadrigið, mannaskelkti, aksturs-
sorlaður, eygnadoyvandi. Hesi nevndu
dømini eru øll úr Orðakumlumf1978), og
tey eru her endurgivin, sum tey standa í yrk-
ingini.
Moderna kenningasmíð
Regin Dahl er beinrakin, tá hann í yrkingini
"Orðini” rópar orðini fornsøgufuglar, tí ný-
poetisering hansara av málinum hevur ofta
gamalt málsnið og mál til bæði fyrimynd
og tilfarskeldu í skaldsligari nýgerð.
Omanfyri samanbóru vit orðasmíð Reg-
ins við kenningar úr kvæðunum, og tá vit
her skulu vísa á málslig millumtekstasam-
bond við eldri málkeldur, tykist tað rímiligt
at venda aftur til slíka samanbering til tess
at kanna og staðfesta, á hvønn hátt vit síggja
líkskap millum tað stíleyðkennið, sum kenn-
ingarnar eru í fornum norrønum skaldskapi
og tað stfleyðkennið, sum tey mongu nýggj-
yrðini, sum líkjast kenningum, eru hjá Reg-
ini Dahl.
Norski málfrøðingurin Bjarne Fidjestøl
hevur í grein um hetta greitt frá tí, sum eyð-
kennir kenningina í norrønum skaldskapi.
Við tí fyrivarni, at í føroysku kvæðunum
eru kenningarnar at kalla leivdir av fornu
norrønu kenningunum2, verða granskingar
hansara tiknar fram her.
Fidjestøl nýtir teknmyndafrymilin hjá
Saussure, har teknmiðið er tað, sum verður
umskift og teknmyndin er orðasamanset-
ingin, sum sett verður í staðin fyri tekn-
miðið. Til dømis í kenningini benjardøgg er
teknmyndin sett saman av orðunum ben og
døgg, og teknmiðið, sum umskift verður, er
blóð. Ektaðar kenningar hava vit, tá hvørki
av orðunum í teknmyndini er samheiti við
teknmiðið. Um har er samheitasamband
ella synekdokiskt samband millum tekn-
miðið og báðar ella annan liðin í teknmynd-
ini verður orðið rópt samansettur mynd-
burður.
í yrkingum Regins fmna vit hópin av
slíkum ”umskiftum substantivum”, bæði
tey, sum vit kunnu rópa ektaðar kenningar
og tey, sum hava partvíst ella heilt samheita-
samband við teknmiðið. Dømi um slikar ekt-
aðar kenningar eru hvítlingsdólgur, summ-
arsmcekja, frumdarsteyp, frumkyknudýpi,
sæluvákn, válgaranatni, mórumamma.
Dømi um samansettar myndburðir eru orð
sum trøllsnáðin, svøltursøklar, stivlasynir
og stavkallur.
Eftir hesi meginregluni kunnu kenningar
gerast um eitt og hvørt substantiv, og hetta
skuldi so ført til, at talið av teknmiðum,
sum vórðu umskift við teknmynd, kundi
verið óendaligl. í veruleikanum er tað tó
í kvæðunum so, at lyndið lil at gera kenn-
ingar savnar seg um tað, sum Fidjestøl ró-