Fróðskaparrit - 01.01.2004, Side 10
8
UPP UM VITSINS FLÚRAR
Her verður endurtikin hugsanin hjá Bar-
thes um orðið sum persónligt úttrykk. Orðið
er meira enn ”a mere representation ofthe
object being named', tá tað verður lutur í
skapandi tilgongd.
Men hví, spyr Jakobson so, er tað neyðugt
at staðfesta tað, at tað ikki er fult samsvar
millum lut og orð? Og hann svarar:
Because, besides the direct awcireness of the
identity between sign and object(A is Al),
there is a necessity for the direct awareness
ofthe inadeqacy ofthat identity(A is notAl).
The reason this antinomy is essential is that
witliout cantradiction there is no mobility of
concepts, no mobility ofsigns, cmd the rela-
tionship between concept and sign becomes
autpmatized. Activity comes to a halt, and the
awareness ofreality dies out. fibid.)
Hjá Regini Dahl eru nýggjar og fiuttar
merkingar og nýg&j orð tiltakið sum hann
skýggjar hetta skaldsliga deyðavatnið við.
Tiltakið tematiserast eksplicit, tá ið yrking-
arnar eru metapoetiskt innanhugsandi, og
sum her siga frá orðasmiðinum, hvussu
harðvunnið hvørt orðið er og hvussu neyv-
liga má smíðast:
Erpin orðadrongur
Enn eri eg orðasmiður
skald-
vøkunætur: viðkvæmur,
vcentin-
tungubundin.
Hagar til ókendar kyknur
legnast
og leggjast á rað.
Smíða, smíða,
blás við bjølgi,
kyljandi vatn.
Smíða, smíða-
og síðan í Harrans liendur
(Rekagrót 1985 p. 28)
Soleiðis eru korini, tá poeticitetur ikki er
eitt uniformt fyribrigdi, sum finst í einum
givnum ”lendi” ella í einum skaldsligum
regluverki. Skaldið bíðar ”tungubundin” til
”kyknurnar”, sum júst ikki eru givnar, men
”ókendar”, ”leggjast á rað”, t.v.s. skapa tað
ljóð og ta meining, sum er einastandandi
og júst soleiðis, sum hugarenslið krevur til
at kunna verða sett fram í orðum. Her er
Jakobson í samsvari við Barthes, tá hann
staðfestir, at í modernaðari poesi er eingin
felags ”ecriture”, bert persónligur stflur.
Hetta ger, at poetisk máltilvitska skapar
eitt serligt poetiskt mál, har orðini út frá sín-
um nektaðu alfrøðiligu týdningum ganga
inn í nýggj sambond, fáa óvæntaðar merk-
ingar og skapa huglitir og hugløg, sum eru
serlig og eyðkenna einstøku skaldini. Al-
frøðiligi týdningurin hvørvur tó sjálvsagt
ikki í hesi tilgongdini, hann verður liggj-
andi aftanfyri, men teir ymisku diskursirnir,
sum eru í samrøðuni við málið, føra avleidd
hugasambond og aðrar merkingar við sær.
Vit kunnu taka dømi úr yrkingini ”Hvørjir
vóru vif’ (Orðakumlar 1978 p.58), har tvær
reglur ljóða: Alheimsgjósturin um tindar/
gjálvurin í okkum sjálvum. Hyggja vit í
orðabókina, merkir orðið gjálvur óslættur
sjógvur, men hyggja vit so at samanhang-
inum í yrkingini, síggja vit, at vit mugu
flyta merkingina av orðinunt gjálvur til
tess at fáa meining í tað sagda. Hetta mugu