Fróðskaparrit - 01.01.2004, Qupperneq 189
A VIEW TO IMPROVING THE ORTHOGRAPHIC GUIDELINES FOR
FAROESE PLACE NAMES IN RELATION TO PRACTICES UP TO THE PRESENT
187
nr. 209,408,409,509 og 511. Hesi kort eru
tilvildarliga vald.
Nøvn, ið innihalda fyriseting + navnorð:
(raðfylgjan á nøvnunum er tilvildarlig)
209: Á Mýrum, Undir Áunum
408: á Dalinum, í Dølunr
409: á Bógnurn, á Fløturn, á Gjánum, á Hjalla,
á Kúluni, á Ytru Fløtum, Millum Áirnar,
Millum Skørðini
509:á Varða
511: á Flatum, á Heygnum, á Klettum, á
Leirinum, á Leypi, á Mann, á Pøllum,
á Ringi, á Svøðum, í Hvamm, í Kass,
í Leynum, í Urðuin, Millum Ennannar,
Millum Vegir, Undir Oynni, við Stein
(Undantikin eru nøvn, ið standa við spjaldra-
støvum)
Nøvn, ið innihalda lýsingarorð í mið- ella
hástigi + navnorð (stundum eru eisini onnur
orð í navninum): (raðfylgjan á nøvnunum
er tilvildarlig)
209:Heimaripartur (hagapartur), Heimasti-
høvdi, Heimastaurð, Sunnaripartur
(hagapartur), Ytripartur (hagapartur),
Ytstihøvdi
408: Innara Gjógv, Norðari Partur (hagapart-
ur), Syðru Lónir
409:Eystastipartur (hagapartur), Fremra
Snið, Fremstiklettur, Niðari Botnur,
Norðari Botnur, Norðradalur, Syðradal-
ur, Norðaraskarð í Norðradali, Norðara-
skarð í Syðradali, Norðaru Gjánir, Ovari
Botnur, Norðaripartur (hagapartur),
Sunnaripartur (hagapartur), Syðraskarð
í Norðradali, Syðraskarð í Syðradali,
Vestastipartur (hagapartur), Yngstu-
gimbrar (hagapartur), Sunnari Botnur, á
Ytru Fløturn, Uttaripartur (hagapartur),
Sunnaripartur (hagapartur)
509:Ylra Skarð. Niðarihjalli, Norðaripartur
(hagapartur), Norðastahorn, Sunnari-
partur (hagapartur)
511: HeimariBarmur,Heimaridalur,Heimari-
partur (hagapartur), Innari Barmur, Inn-
ara Nev, Innaripartur (hagapartur), Nið-
arihjalli, Niðariklettur, Norðastiknykil,
Ovarihjalli, Ovariklettur, Ovari Svangi,
Niðari Svangi, Ovastislætti, Ytra Kós,
Ytripartur (hagapartur), Ytstiknykil
Sum sæst er sera ymisligt, nær fyriseting
er við stórum stavi í fyrra bólki, t.d. á Fløt-
um, Á Mýrum. I seinna bólki er heldur
ikki reglusemi viðvíkjandi stavseting av
staðarnøvnum, ið innihalda lýsingarorð
í mið- ella hástigi + navnorð. Stundum
verður navnið skrivað í einum, t.d. Heimasti-
høvdi, Heimaridalur og stundum í tveim-
um, t.d. Innara Nev, Ytra Skarð. Nøvnini,
sum eru skrivað í einum, hava stóra yvir-
vág. Tí hevði óivað verið skilabest at sam-
tykt, at hesi nøvn verða skrivað í einum.
Uppskot til stavseting av staðarnøvnum
Her verður gjørt ein roynd at seta nakrar
neyvar, stuttar og greiðar reglur upp, ið
kunnu vera hentar hjá teimum, ið savna og
skráseta staðarnøvn - ella skulu skráseta
tað, ið onnur hevur savnað:
Staðarnavn verður vanliga skrásett í
hvørfalli, men verður tað bert nýtt í bend-
um sniði, verður tað skrivað, sum navnið
vanliga er kent, t.d. í hvønnfalli Klettin á
Skarði, Klettin í Heyggj - ella við hjáorði