Fróðskaparrit - 01.01.1996, Page 8

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Page 8
12 VÁGAMÁLFØRI streymoy og (?) í Eysturoy. Júst hvar, er ilt at meta um, vegna manglandi kanningar). [e:] > [ei:j] /_$ [a] Henda diftongering við hiatusinnskoti framman fyri [a] í eftirfylgjandi herð- ingarveika stavilsi er gjøgnumførd í VM. Hon er í orðum sum [hehjan] hagan, [b1 lehjaj] plagar, [oei:ja] ræða o.ø. orðum. Gongdin hevur verið hagan > * /he:an/ > * /hei:an/ > /hei:jan/. FAI (1891) hevur tvey dømi um hesa diftongering við hiatusinn- skotið. Tey eru [læiandi] læandi (FAI, 1891: 446,4), [hæianon] haganum (FAI, 1891: 449, ío). Svabo nýtir skrivihættirnar heaan ella heaan. Hetta bendir ikki á tvíljóðaðan framburð, men kundi staðið fyri /he:an/, ella /he:an/ eins og í Suðurstreymoy og aðrastaðni, har framburðurin er at hoyra. Kortini vísa øvugtir skrivihættir, at VM á døgum Svabos hevði tvíljóðaðan framburð. I orðabókaarbeiðinum er leygardagur (< norr. laugardagr) skrivaður Feaárdeavur. I »Indberetn....« bls. 368, er staðanavnið á Heygafløtti (< norr. haugr -) skrivað, sum um tað hevði ein framburð uttan tvíljóð. Har stendur Heaafløtti. (Munnliga frá Eivindi Weyhe). Slíkir øvugtir skrivihættir vísa, at VM hevði nevndu diftongering við hiatusinnskotið síðst í 1700-talinum. /ei:/ er serstakt fonem í VM. Sbr. eitt nú tey mini- malu pørini /sei:j/ seyð (hvønnf. av seyður) og /sai:j/ seið (hvønnf. av seiður ). Framm- an fyri /a/ í herðingaveikari støðu hendir ein neutralisering millum tað gamla tvíljóðið: /ei:/ ey (< norr. au ), og tað omanfyri lýsta [ei:j] sum í [aei:ja], ið bæði kann hava týdn- ingin reyða (hvørf., kvk., eint. av reyður ) og ræða. Fólk í Mykinesi og Vágum hava stund- um ein hyperkorrektan framburð í orðum við upprunaligum føroyskum /ei:/ ey. Eitt nú kann fleyga, ið vanliga verður borið fram [flei:ja], hava framburðin [fle:a]. Ser- liga ber til at hoyra hetta í útvarpssam- røðum, og tá mykinesfólk/vágafólk tosa við avbygdafólk. Ein analogisk útjavnan er í t.d. [b lei:jt] plagi (1. pers. eint. av plaga.) Tann ljóð- rætti framburðurin, sum stundum hoyrist, er [b leaijt]. I navnorðabendingini sæst slík útjavnan í [ea:va], æða og ikki tann ljóð- rætti * [ei:ja]. [o:] > [ou:w] /__$ [a] Henda diftongeringin við hiatusinnskoti í orðum sum fáa,ráða er gjøgnumførd í VM. Gongdin hevur verið frá ráða > * /jo:a/ > * /aou:a/ > * [jou:>a] > /jou:wa/. FAI (1891) hevur nøkur dømi við tvíljóðaðum fram- burði. Dømini eru: [foua] fáa (FAI, 1891: 447, 20); [houa] háa (FAI, 1891:447, 3i); [groua] gráa (FAI, 1891: 447, 32); [loua'tinar] lágættirnar (FAI, 1891: 450, 14). Svabo hevur eingi dømi um slíkan framburð. Hann skrivar t.d. faaá ella faaa fáa. Hetta kann kanska standa fyri [fo:a], um norr. /á/ á ikki er blivið tvíljóð hjá honum. Hann nýtir altíð skriviháttin aa. Borið sam- an við danska orthografi, sum hann byggir á, so kundi hetta staðið fyri /o:/, t.e. danskt á. Hin møguleikin er, at hann ikki vil skriva ou í hesum orðunum, tí hann lagar fram- burðin til tann, sum er í meginpartinum av landinum annars. Hann roynir tó neyvan at
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.