Fróðskaparrit - 01.01.1996, Page 20

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Page 20
24 SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA (1988), sum fer fram í seinnu helvt av 18. øld væl áðrenn kvørkveggja varð vorðin býarfuglur.1 Sannlíkindini valdast kenslur lesarans. Tað eru verri enn so allir lesarar, sum gáa um slík brek, og tá gera tey einki. Lesarin má halda, at skaldsligi heimurin »er rættur«, passar til heimin, sum skald- søgan hermir eftir. Søguligi heimurin má við øðrum orðum hóska til søguliga kunn- leika lesarans um fortíðina. Eru tað søgulig viðurskifti, sum lesararnir ivaleyst ikki vita nakað um, má skaldsøgan lýsa tey soleiðis, at lesarin trýr lýsingini. Søguliga skaldsøg- an er tískil nær skyld við realistisku skald- søguna; um hon er væl eydnað, gevur hon eina trúliga mynd av lívinum, sum tað »veruliga« var. Nýtíðar søguliga skaldsøgan birtist, tá ið fólk fingu ans fyri søgu. Kendi ungarnski bókmentafrøðingurin Georg Lukács vil vera við, at tað var umleið fronsku kollvelt- ingina í 17892 Søgufrøðin sigur frá, at for- tíðar samfeløg vóru øðrvísi skipað enn samtíðar samfeløg. Ahugin fyri søgu er for- vitni eftir at vita, hvussu fortíðin gjørdist nútíð ,3 og á tann hátt grunda og skipa søgu- vísindini minni okkara um fortíðina. Tey gera av, hvat ið er vert at geva gætur.4 Ein týdningarmikil munur millum søguvísindi og søguligan skaldskap er, at skaldskapurin kann leggja afturat, har ið søguligu keldur- nar tiga ella eru ófullfíggjaðar. Søguligt medvit í nútímans merking gjørdist ein partur í mentanini í 18. øld, og søgan var eftir hetta tøk hjá skaldskapinum. Romantiska rákið í evropeiskum bókment- um fekk fram nógvan søguligan skaldskap. I føroyskum bókmentum er í hesum sam- bandi vert at nevna, at Sjóvarbøndumir báðir - Jens Chr. Djurhuus og Jens Hendrik Djurhuus - tóku nýggj evni upp í kvæða- yrkingini, Føroya søgu. Nýtolkingin hjá Jens Hendriki Djurhuus av leiklutunum hjá Sigmundi og Tróndi í Føringasøgu er har- afturat eitt lýsandi dømi um áhugan fyri, hvussu fortíðin gerst nútíð. Yrkjaramir fyrst í tjúgundu øld yrktu um søgulig evni Jóannes Patursson, Janus Djurhuus, Hans A. Djurhuus og ikki at gloyma Jørgen- Frantz Jacobsen. Fyrsta føroyska skaldsøgan Bábelstornið eftir Regin í Líð (1909) er ein persónlig og mentanarlig búningarskaldsøga, sum lýsir eina persónliga og tjóðskaparliga veking og tað fall, sum síðani kom. Fyrri parturin í skaldsøguni, »Ættarbregði«, er søguligur; hann byrjar umleið 1850, og parturin hevur til endamáls at vera baksýnið, sum greiðir hví tað er trúligt, at tað gekk so illa í hond at enda. Seinni partur skaldsøgunnar kemur heilt fram í samtíðina. (For)Søgan greiðir frá arvi, umhvørvi og øðrum fyritreytum hjá samtíðini í besta samljóði við natural- istisku skaldsøguna. Det gode háb (1962) eftir William Heinesen byggir beinleiðis á søgulig skjøl. Peder Børresen prestur er skapaður eftir Lucasi Debes, og gongdin byggir á frá- greiðing hansara. Men William Heinesen hevur ikki bara skrivað søguna hjá Lucasi Debes eftir sínum høvdi. Hann hevur sett prestin í miðdepilin, givið honum hug og kenslur, sum sjálvandi ikki kunnu vera tær somu sum Lucasar. Tí hevur hann fingið skaldsligt navn. Det gode háb hevur Peter Madsen lýst sum eina skaldsøgu um tann intellektuella í okkara tíð.5 Hann hevur inn- lit og kunnleika, ið gera hann føran fyri at
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.