Fróðskaparrit - 01.01.1996, Síða 25

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Síða 25
SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA 29 Spurningarnir verða settir fram í ákallan »Og, Harri, hví...« og við hvørt fáa teir ein ironiskan dám O, Harri, ikki tilkemur tað okkum at taka dagar ímillum skapningar tínar. Ikki teir fer- føttu. Og ikki teir tvíføttu, hvørki teir veingj- aðu ella teir veingjaleysu. Og at hvør av øðr- itm liva má, tað er verk títt, Harri. Men starin, sum titar niðri í tarabriínni. Og títtlingurin á køstagarðinum. Músabróðirin, sum vitjar hjallin. Og hønan, sum skavar í gólvsópinum. Alt tað, ið samdist væl viðfold- ina, hvørt við sínar náðir. Summi við maðk- ar, illdýr og slógv. Og sumt við korn og sáð- ir. (Bls. 9 (áherðslurnar MM).) Her sipar teksturin til allegoriska mynda- málið í Fuglakvæðinum og siterar tað bein- leiðis. Upp ímóti tí, sum Gud hevur ásett í Gamla og Nýggja Testamenti, setur tekst- urin boðskapin í Fuglakvæðinum. Prolog- urin ger Fuglakvæðið til eitt nýtíðarligt sosialt evangelium, og kvæðið sekulariser- ar kristnað boðskapin í eini bøn um at gera til einkis munin millum tað høga og lága og at lata avleiðingina av, at Gud skapti »okkum øll í tínum bflæti« (bls. 9), ganga út: Gev tú eisini teimum við foldina at leska seg av træi kunnleikans. At tey læra at skyna á tí góða og tí vonda. Og at tey verða sum tú. (Bls. 10.) Hann, ið talar í prologinum, er ikki prestur- in, sum kemur fyri í skaldsøguni. Hann hevði ikki vágað at havt so djarvar útlegg- ingar av skriftini, og hann hevði neyvan lagað hana eftir sosiala temanum í einum verðsligum tátti. Men prologurin samsvarar væl við sjónarmið Óluvu í seinastu sam- røðu hennara við prestin (bls. 235). Epilogos, eftirmæli í bókini samsvarar ikki við prologin. Tað leiðir ikki lesaran úr aftur søguni ella tekur saman um. Epilogur- in sigur frá seinastu vitjanini hjá Pálli uppi á Nesinum, har næstan øll tey upprunaligu niðursetufólkini eru deyð. Sjálvur doyr hann á veg oman aftur til Havnar sitandi á tí steininum, sum skuldi verið gravsteinur Óluvu. Málburðurin í epiloginum bregður ikki frá søguni annars eins og prologurin. Epilogurin er endin á søguni um Óluvu og Páll, sum byrjar av álvara mitt í bókini. Pro- logurin lýsir tær hugmyndir, sum søgan byggir á, og hann ljóðar aftur í orðum Óluvu. Munurin á byrjan og endi á bókini samsvarar við broytingina í frásøgnini í triðja parti, har kollektivi dámurin hvørvur til frama fyri einstaklingar. Søga og skaldsøga ...hvørt við sínar náðir er søgulig skald- søga, har søguligu persónarnir, sum koma fyri, eru hjápersónar í skaldsøguni. Teir eru skald, oddamenn í embætisveldi og í polit- ikki, bert Pløyen, amtmaður 1837-48 og Sjóvarbóndin hava leiklutir í søgugongdini. Nesmenn vitja Pløyen í Havn (bls. 23-33), og Pløyen er hann, sum hevur fingið niður- setubygdina í lag. Páll gistir hjá Sjóvarbóndanum (bls. 167- 73), sum man vera Jens Hendrik Djurhuus (1799-1892), ið yrkti Gøtuskeggjar (bls. 169). Páll prátar um skaldskap við hann og vil vera við, at hann eigur at taka evni sítt úr samtíðini heldur enn úr fortíðini. Sjóvar- bóndin heldur ikki nógv vera at yrkja um »á okkara døgum« (bls. 171). Júst sama kjak
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.