Fróðskaparrit - 01.01.1996, Page 58

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Page 58
62 GRINDAPRISUR OG SKINNATAL 1584-1638 Peder Claussøn 1632 Elsta kenda frásøgnin um grindaveiði í Før- oyum - og einasta úr hesum tíðarskeiði - er at finna í bókini hjá Peder Claussøn (1632:152) í tí brotinum, sum hann nevnir »Nogit mere om Færøes leilighed«, og sum hann hevur skrivað í 1592 eftir frásøgn frá føroyska studentinum í Bergen Jacob Oud- ensøn. Tíverri verður bert raksturin og part- ur av drápinum lýstur. Einki verður sagt um skiftið. Fútaroknskapirnir 1584-1638 Fútaroknskapirnir eru høvuðskeldan til kunnleikan um grind í tíðarskeiðinum 1584-1638. Roknskapir fútans vóru gjørdir á hvørjum ári, eisini undan 1584, men mangir teirra eru horvnir. Teir, sum varð- veittir eru, eru frá 1584, 1588, 1590, 1600- 01, 1601-02, 1602-03, 1613-14, 1614-15, 1615-16, 1617-18, 1618-19, 1619-20, 1620-21, 1621-22, 1622-23, 1623-24, 1624-25, 1626-27, 1627-28, 1628-29, 1629-30, 1630-31, 1632-33, 1633-34, 1634-35, 1635-36, 1636-37, 1637-38 og 1638-39. í tíðarskeiðinum 1638-1653 eru fleiri roknskapir til, men teir geva so lítið av upplýsingum um grind, at teir ikki eru nýtu- ligir í hesi kanning. Fútaroknskapirnir eru á danska Ríkis- skjalasavninum, men Føroya Fandsskjala- savn hevur ljósrit av roknskapunum frá 1584-1653. Roknskapimir eru yvir inntøkur og út- reiðslur kongs av Føroyum. Millum inntøkurnar er landskuld av kongsjørðini, kongstíggjundin, festigjøld, bøtur til kongs, inntøkur av hvali og reka v.m. Tað, sum her hevur áhuga, er hvala- roknskapurin. Hvalaroknskapurin fevnir um inntøkur kongs av hvali, t.e. inntøkur av grindaveiði, døglingaveiði og deyðum rekahvali. I fútaroknskapunum er grind ongantíð nevnd við navni, í staðin verður sagt smá- hvalur. Við hvørt kann tí vera ivasamt um talan er um grind ella annan hval, og eisini um talan er um veiði ella rekahval. Inntøkur kongs av grind vóru jarðarhval- ur og kongstíggjund. Kongur tók sjálvur jarðarhvalin av kongsjørðini, jarðarhvalur hevur tískil ikki verið burturfestur saman við jørðini og øðrum jarðarrættindum. Kongstíggjundin var 1/4 av allari tíggjund fram til 1688, tá tíggjundabýtið varð broytt við Norsku Fóg Chr. V. Eftir 1688 varð tíggjundin býtt í triðjingar, og kongur fekk tá 1/3. Ivasamt kann vera, um hvalatíggj- undin í fútaroknskapunum er at finna í tíggjundaroknskapinum ella í hvalarokn- skapinum, men eitt sum bendir á, at tíggj- undin er at finna í hvalaroknskapinum, er at einki lýsi er at finna í nøkrum tíggjunda- roknskapi, hóast lýsi var at kalla einasta gjaldsvøra fyri hval frá 1613. Tað má tí verða hildið, at hvalaroknskapurin eisini fevnir um kongstíggjundina av hvali. í tíðarskeiðinum 1584-1638 eru 44 grindir skrásettar. Onkrir av hesum tilburð- um eru ivasamir at rokna sum grindadráp, sum seinri skal verða greiniligari lýst, men við teimum mongu árum í huga, har eingin roknskapur er varðveittur, kunnu vit rokna við, at veruliga talið á grinddrápum hevur verið væl størri enn 44 í tíðarskeiðinum.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.