Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 65

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 65
GRINDAPRISUR OG SKINNATAL 1584-1638 69 talan um prísmeting, tað kongsparturin átti at verða seldur fyri. I sambandi við grind er tað søluprísurin á kongspartinum, sum verður uppgivin í hvalaroknskapunum. I hvalaroknskapunum finst einki tekin til eina serliga grindameting, eitt skinnatal, sum ikki samstundis er dagsprísurin. Tað sæst heldur einki til, at øll grindin er mett undan skiftinum. Samlaða talið í grindini er so at siga altíð nevnt, men ikki i einum ein- asta føri er eitt samlað skinnatal fyri alla grindina at finna. Niðurstøðan má tí í fyrstu atløgu vera, at eingi prógv eru fyri, at grind undan skiftinum hevur verið mett í skinna- tal í hesum tíðarskeiði. Hóast mær lítið dámar at nýta negativa próvførslu, meti eg tó, at tilfarið, her er nýtt, er somikið stórt og eintýðugt, at grundarlag er fyri teirri víðari niðurstøðuni, at í tíðarskeiðinum 1584- 1638 varð eingin almenn meting gjørd und- an skiftinum. Hevði meting av allari grindini í eitt ser- ligt skinnatal í grind verið til hetta tíðar- skeiðið, hevði tað ætlandi onkunstaðni ver- ið nevnt í hvalaroknskapunum, tí skinnatal- ið hevði tá roknskaparliga havt størri áhuga enn samlaða hvalatalið. Serliga skinnatalið í grind, ólíkt prísin- um, tykist tí vera eitt yngri fyribrygdi, sum stavar frá, at menn seinri eru famir at meta alla grindina sum grundarlag undir skiftin- um. Hetta samsvarar við tað, sum Lucas Debes seinri greiðir frá. Lucas Debes ger nógv burtur úr grind og øðrum hvali (1673:155-172). Um grindaskiftið sigur hann (bls. 159): »Naar all Hvalen saaledis er opført paa det tørre oc er talt: aftagis først Tienden; demæst Findings-Hval for den som først saae den; Resten delis udi to Parter / den ene Part til Folket / den anden til den som eyer Landet / enten det er Kon- gen / Adel eller Odels-Mand«. Lucas Deb- es sigur, at grindin verður tald, men einki orð verður sagt um meting av allari grind- ini, og tað mundi ein væntað, um nøkur meting hevði verið gjørd tá. Hvussu grindaskiftið í praksis er farið fram, tá eingin meting er gjørd, ber illa til at siga. Vit kunnu tó hugsa okkum, at roynt hevur verið at skifta grindina so rættvíst sum gjørligt, t.d. sum tá menn býta fiskin, teir hava fingið ein dag á floti, stóran hval móti stórum hvali og minni hval móti minni hvali. Um teir beinleiðis hava mátað ein- staku hvalirnar undir skiftinum, vita vit ikki, men at hvalur varð mátaður, fáa vit at vita undir sakarmálinum móti Olavi Larv- assyni. Hvalirnir, hann skutlaði, verða sagdir at vera 1 lítil, annar 4 alin og tann triðji 6 alin. Hvør, ið hevur staðið fyri skiftinum hetta tíðarskeiðið, vita vit heldur ikki. Nú er tað sýslumaðurin, og hann hevur eisini í hesum tíðarskeiði kongsins vegna havt nógv við grindina at gera. Uppgáva hansara hevur verið at ansa eftir, at kongur fekk tað, hann átti av grindini. Hann hevurtikið ímóti inn- tøkum kongs av hvali, sum hann síðan hev- ur sent fútanum, og sambært grannskoðara- viðmerkingum á breddunum í hvalarokn- skapunum hevur hann árliga latið fútanum »bevis« yvir hesa inntøku kongs, sum hev- ur verið hjálagt fútaroknskapinum sum skjal, onkuntíð sagt at vera »forseglet«. Eingi av hesum sýslumansskjølum tykjast vera varðveitt. í 1709 finna vit metingina umrødda fyri fyrstu ferð. Kommissionsbetænkningen
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.