Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Page 10
26
Eru gørnini stytri ella longri, verður loyvda garnatalið hækkað ella lækkað í mun hertil. Skip, ið
liggur hjá gørnunum undir fiskiskapi, hevur loyvi at hava eins nógv gørn umborð, sum tað hevur
loyvi at hava standandi á sjónum.
2. stk. Um skip missir garn, hevur skiparin skyldu at gera sítt besta at bjarga ella dreggja
garnið og geva Vaktar- og Bjargingartænastuni fráboðan eisini um positión, har garnið er mist.
Somuleiðis hevur skiparin skyldu at boða Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, um tað ereydnast
honum at bjarga garninum.
3. stk. Hvør endaboya á hvørjum trossa skal hava stong. Stengurnar skulu ovast hava flagg
og í minsta lagi ein vimpul og um náttina ravgult ljós. Endaboyurnar skulu vera merktar við
havnarkenningarbókstavum og nummari á fiskifarinum.
§ 7. 1 linuveiðu skulu endaboyurnar hava flagg á stongini og ikki vimpul. Endaboyurnar
skulu vera merktar við havnarkenningarbókstavum og nummar á fiskifarinum.
§ 8. Fiskur, ið ikki stendur niðanfyri nevndu mát, maldur fremst úr høvdinum til aftast á
stertinum, er undirmátsfiskur. Loyvt er ikki at hava tílíkan fisk um borð á nøkrum skipi, men
skal hann verða sleptur út aftur beinanvegin:
cm
Upsi (Pollachius virens)
Toskur (Gadus morhua)
Hýsa (Melanogrammus aeglefinus)
Kalvi (Hippoglassus vulgaris)
Reyðsprøka (Pleuronoectus platessa)
Lálla (Clyptocephalus cynoglossus)
Tunga (Micrastomus kitt)
Glaskvoysa (Lepdorhomus whifO
Hvítingur (Merlangus merlangus)
Sandsprøka (Limanda limanda)
35
34
31
45
25
28
25
25
23
15
§ 9. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma unđir bót, og herafturat kann allur
fiskireiðskapur, so sum net, línur, uppstandarar v.m. og fongur koma undir konfiskatión.
Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnaði. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur, um
førarin av skipinum er skuldsettur fyri brot móti ásetanum í hesi kunngerð.
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.
FØROYA LANDSSTÝRI, 3. januar 1980.
Heðin M. Klein (sign.)
landsstýrismaður
/J. Djurhuus (sign.)