Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Qupperneq 17
33
Nr. 11.
30. januar.
KUNNGERÐ
um
goymslur til spreingievni.
Eftir § 1 - 8 í lóg fyri Føroyar nr. 68frá 1. apríl 1912 um spreingievni við seinni broytingum og
§ 17 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd hevur landsstýrið fyrisett fylgjandi
um goymslur til spreingievni:
Kapitul 1.
Alment.
§ 1. Spreingievni skulu goymast á ein slíkan hátt, at vandi fyri spreinging er minst møguligur,
og ansast skal eftir, um goymslan spreingist, at skaðarnir tá verða so smáir sum møguligt.
2. stk. Goymslur við spreingievnum skulu tí støðast soleiðis, at trygdarfráleikin í mun til
nøgdina av spreingievnum altíð er hildin sambært talvu í mynd 1.
3. stk. Spreingievni skulu goymast soleiðis, at vandi fyri at óviðkomandi kunnu koma at
teimum, er minst møguligur (minst 2 lás). Lyklar til lásini skulu goymast á einum tryggum staði,
so óviðkomandi ikki fáa fatur á teimum.
4. stk. Eldfim evni mugu ikki goymast saman við spreingievnum ella perlum. Tey krøv, ið
annars eru til eitt slíkt goymslurúm, rætta seg eftir slagi og nøgd av spreingievnum (tað loyvda
maksimum), goymslutíðini (varandi ella fyribils), og deilvís eisini eftir viðurskiftunum á
staðnum (eldsvandi v.m.).
5. stk. I rúmum við spreingievnum má umframt dagsljós ikki nýtast annað ljós enn tað, eftir
galdandi fyriskipan, innlagda elektriska ljós, góðkendar handlampur ella góðkendar
lummalyktir.
6. stk. Spreingievni er viðbrekið fyri stoyti og snuddum, og tað má tí handfarast við størsta
varni. Tað má ikki gerast annað arbeiði í goymslurúmum enn tað, ið neyðugt er fyri at flyta
vøruna til og frá staðnum.
7. stk. Størri nøgdir av spreingievnum skulu goymast í serligum bygningum, gjørdir til hetta
endamál, og góðkendir av Arbeiðseftirlitinum.
8. stk. Smærri nøgdir, hægst 5 kg dynamit, kunnu uttan serligt loyvi goymast í øðrum
bygningum, tó ikki í íbúðum og ikki á tætt bygdum økjum og bert við tí fyritreyt, at goymslan er
støðað á einum tryggum staði og er tryggliga læst, so óviðkomandi ikki kunnu koma at hesum.
Kapitul 2.
Trygdarfráleiki.
§ 2. Talvan í mynd 1 vísir trygdarfráleikan í mun til ta goymdu nøgdina.
2. stk. Kurva 1 verður vanliga nýtt, sum minsti fráleiki til íbúðir, kirkjur, samkomuhús,
skúlar, verkstøð o.tl. Um dekningsumstøðurnar eru serliga góðar, kann tann punkteraða
kurvan la nýtast. Hinvegin kunnu aðrar umstøður krevja, at kurva lb verður nýtt.
3. stk. Kurva 2 er galdandi fyri minsta fráleika til almennan veg, kaiøkirfyri ferðamannaskip
o.tl. Er goymslan væl vard, kann kurva 2a nýtast.
4. stk. Kurvurnar 3a og 3b eru galdandi fyri fráleika millum goymslur, ávikavist við og uttan
verjugarði.
5 — Kunngerðasavn 1980