Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Page 20

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Page 20
36 Kapitul 4. Størri govmslur til spreingievni. § 4. Til størri nøgdir av spreingievnum skal hóskandi goymsla fáast til vega. 2. stk. Goymslan og støðið til hesa skal í øllum førum góðkennast av Arbeiðseftirlitinum. § 5. Goymslan skal verða soleiðis støðað, at tryggleiksfráleikin til eina og hvørja tið er hildin. 2. stk. Tað má ikki goymast meira spreingievni á goymsluni enn tann nøgd, goymslan er góðkend til. 3. stk. Goymslan skal verða gjørd úr løttum tilfari, so sleppast kann undan tungum og stórum spreingilutum, um goymslan spreingist. I øllum førum skal takið lætt kunna geva eftir. Gassbetong og líknandi evnir mugu ikki nýtast, sum tilfar til spreingievnisgoymslur. 4. stk. Um so er, at eldur av eini ella aðrari orsøk er í nánd av goymsluni, mugu neistarnir herfrá ikki kunna gera tað, at eldur kemur í goymsiuna. Goymslan skal tí verða gjørd úr brunatryggum tilfari ella klæðast við jarni. 5. stk. Ventilatiónsopningar mugu verða soleiðis tilgjørdir, at neistar ikki kunna treingja inn. 6. stk. Goymslan skal tryggjast best møguligt móti innbroti. Einki vindeyga má verða, bert smáir ventilatiónsopningar (hægst 15 x 15 cm). 7. stk. Hurðin skal verða serliga væl gjørd og úr góðum tilfari, minst sum gjøgnumheil træhurð klædd uttan viðjarni, einahelst skal hurðin verða úr ‘/4” stálplátu. Hurðin skal falla væl inn í karmin, soleiðis at kúbein og liknandi amboð ikki kunnu koma til her. Hurðin skal verða trvggliga hongslað. 8. stk. Goymslan skal verða læst við tveimum lásum, sum skulu verða dirkifrí. Vanliga verður nýtt eitt innbygt cylindaralás og eitt heingilás. 9. stk. Ein lásislá, ið er hongslað í ein eygabolt, sum er tryggliga fastgjørdur í karmin øðrumegin og læstur við heingilásum í ein líknandi eygabolt, sum er fastgjørdur. í karmin hinumegin, skal verða soleiðis støðað, at hon fjalir lyklaholið á tí innbygda lásinum. 10. stk. Boylin í heingilásinum skal verða úr stáli og so trongur, at ein jarnstong ella liknandi amboð ikki kann fáast inn í boylan. 11. stk. Jarnklædningurin á goymsluni skal verða tryggliga festur, soleiðis at hann ikki lættliga kann skræðast leysur. 12. stk. Jarnklædningurin við taki skal verða tryggliga bundin til jørð (elektrisk mótstøða hægst 10 ohm). 13. stk. Goymslan skal girðast inni við góðum, tættmaskaðum hegni (t.d. 50 x 12), ið ikki kann brenna. Hegnið skal minst verða 2,5 m høgt og fráleikin til goymsluna skal minst verða 2 m. Hegnpelarnir kunnu verða úr viði. Portur í hegninum skal verða læst við dirkifríum lási og má ikki kunna lyftast av hongslunum av óviðkomandi. Omaná hegn og portur skulu spennast tvey røð av píkatráði. Um so er, at talan er um eina fyribils goymslu, og henda goymsla liggur á einum øki, ið er stongt fyri óviðkomandi, verður kravið viðvíkjandi hegni um sjálva goymsluna fráfallið. Vegna eldsvanda skal økið innanfyri hegnið haldast frítt fyri alt eldfimt tilfar, vøkstri v.m. § 6. Perlur skulu goymast fyri seg og ikki saman við øðrum spreingievnum. 2. stk. Perlu-goymslan skal í einum og øllum lúka omanfyri nevndu treytir fyri størri spreingievnisgoymslur. 3. stk. Arbeiðseftirlitið kann góðtaka, at perlu-goymslan verður innrættað í spreingievnis- goymsluni við hesum fyritreytum: a) Skilaveggur millum perlurúmið og spreingievnisrúmið skal verða spreingitryggur, t.v.s. dupultur tættur træveggur við einum ávísum millumrúmi (min. 30 cm). Rúmið skal verða fylt við turrum vælstúgaðum saguspønum ella líknandi evnum.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212
Page 213
Page 214
Page 215
Page 216
Page 217
Page 218
Page 219
Page 220
Page 221
Page 222
Page 223
Page 224
Page 225
Page 226
Page 227
Page 228
Page 229
Page 230
Page 231
Page 232
Page 233
Page 234
Page 235
Page 236
Page 237
Page 238
Page 239
Page 240
Page 241
Page 242
Page 243
Page 244
Page 245

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.