Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Síða 26
42
Tað er ikki loyvt at snøra posan, tó er loyvt at knýta til undirsíðuna á trolposanum (cod-
endanum) fyri at minka um slit tilfar, ið bert verður fest framman og á síðurnar á posanum.
2. stk. Frá regluni í 1. stk. verður til 30. juni 1980 gjørt tað undantak at loyvt er at nýta
skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net við meski niður í 120 mm, tó skulu aftastu 8 m av
trolinum v.m. ikki hava smærri meskar enn 135 mm.
3. stk. I beinleiðis veiðu eftir svartkjafti (Trospoterus poutassou), hvítingsbróður (Trispterus
esmarkii) og gulllaksi (Argentina) er tó loyvt at hava umborð ella nýta trol við meskum niður í 16
mm, eftir nebbasild (Ammodytes) 12 mm.
4. stk. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur mát eftir 1., 2. og 3. stk., skal vera fyri seg sjálvan í
serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
5. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskin verður strektur á vátum neti diagonalt
eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum lættliga ganga gjøgnum
meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð um meskamáting.
Veiða við gørnum.
§ 3. Veiða við gørnum eftir toski, hýsu ella upsa er ikki loyvd nærri enn 4 fjórðingar úr landi.
Veiða við gørnum er annars ikki loyvd á hesum leiðum i teimum tilskilaðu tíðarskeiðunum:
a. I tíðarskeiðinum 15. februar til 30. apríl innanfyri 24 fjórðingar frá grundlinjunum millum
0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62° 19’17” N 07°05’28” V) og 0° rættvísandi úr Ennibergi
(62°23’49” N 06°33’38” V).
b. I tíðarskeiðinum 15. februar til 30. apríl innanfyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum millum
225° rættvísandi úr syðra armi í Søltuvík (62°50’30” N 06°53’30” V) og 225° rættvisandi úr
Trælanípuni (62°01’12” N 07°13’12” V).
c. I tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. apríl millum 12 og 24 fjórðingar frá grundlinjunum millum
240° rættvísandi úr Trælanípuni (62°01 ’ 12” N 07° 13’ 12” V)ogbreiddarstigið61°55’00” N.
2. stk. Einki skip má nýta toskagarn, sum í nøkrum parti av garninum hevur smærri meskar
enn 180 mm, fram til 1. januar 1981 tó 170 mm. Einki skip má nýta upsagarn, sum í nøkrum
parti av garninum hevur smærri og størri meskar enn ávikavist 150 mm og 160 mm, fram til 1.
januar 1981 tó ávikavist 150 mm og 163 mm. Upsagarn er bert loyvt í beinleiðis veiðu eftir upsa.
3. stk. Viðvíkjandi meskamátingini verður víst til § 2, 5. stk.
§ 4. Tað er ikki loyvt at seta ella hava standandi fleiri gørn enn hesi eftir manningartalinum:
a. Toskagørn:
Er manningartalið 12 ella lægri: 75
Er manningartalið millum 13 og 18: 120
Er manningartalið 19 ella hægri: 150
Longdin á hvørjum garni má ikki fara upp um 30 favnar. Eru gørnini stytri, verður loyvda
garnatalið hækkað í mun hertil.
b. Upsagørn:
Er manningartalið 6 ella lægri: 150
Er manningartalið 7 ella 8: 210
Er manningartalið millum 9 og 14: 270
Er manningartalið 14 ella hægri: 280
Eru gørnini stytri ella longri enn 15 favn-
ar, verður loyvda garnatalið hækkaðella
lækkað í mun hertil.
Skip, ið liggur hjá toska- ella upsagørnum undir fiskiskapi, hevur loyvi at hava eins nógv gørn
umborð, sum tað hevur loyvi at hava standandi í sjónum.
2. stk. Um skip missir garn, hevur skiparin skyldu at gera sítt besta at bjarga ella dreggja
garnið og at geva Vaktar- og Bjargingartænastuni fráboðan um positión, har garnið er mist.
Somuleiðis hevur skiparin skyldu at boða Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, um tað er eydnast
honum at bjarga garninum.