Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Page 132
148
Nr. 59.
13. mai.
KUNNGERÐ
um
náttúruvisindadeild og støðisútbúgving.
Eftir § 1 í løgtingslóg nr. 28 frá 20. mai 1965 um at seta á stovn Fróðskaparsetur Føroya
(Academia Færoensis) hevur landsstýrið fyrisett:
Deildin
§ 1. Fróðskaparsetur Føroya — hereftir nevnt Setrið — hevur eina náttúruvísindadeild, sum
fiemur gransking á náttúruvísindaliga økinum og skipar fyri eini hægri náttúruvísindaligari
útbúgving, ið verður nevnd støðisútbúgvingin.
2. stk. Náttúruvísindadeildin stuðlar eisini, í tann mun tað er gjørligt, aðrar útbúgvingar á
haegri stigi, sum verða lagdar undir Setrið ella fyriskipaðar í samstarvi við Setrið.
Støðisútbúgvingin
§ 2. Støðisútbúgvingin hevur til endamáls at veita lesandi fullgott grundarlag undir hægri
próvgevandi framhaldslestri við lærdar háskúlar aðrastaðni eftir galdandi reglum ella
seravtalum.
2. stk. Støðisútbúgvingin tekur tvey lestrarár, ella 4 lestrarhálvur. Undirvisingin fevnir um
øki innan tær 4 náttúruvísindaligu høvuðsgreinirnar: støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði og livfrøði.
3. stk. Støðisútbúgvingin er skipað í lestrargreinir. Kunnleikakravið í hvørjari einstakari
lestrargrein er á hædd við tvey ára byrjanarlestur innan somu lestrargrein við aðrar lærdar
háskúlar.
Upptøkutreytir
§ 3. Treyt fyri upptøku á støðisútbúgvingini er støddfrøðiligt studentsprógv ella HF-prógv
við støddfrøði og alisfrøði sum valgreinum. Umframt hesar treytir fyri upptøku kann Setrið
krevja, at umsøkjari tekur lut í fyrireikandi undirvísing umframt lestrarbeiðinum á
støðisútbúgvingini.
2. stk. Setrið kann taka upp umsøkjara, ið ikki hevur hóskandi prógv, um mett verður, at
hann kann fylgja undirvísingini.
3. stk. Næmingar kunnu verða tiknir upp til part av støðisútbúgving.
Undirvísing
§ 4. Lestrarhættirnir á støðisútbúgvingini eru skeiðsundirvísing og projektarbeiði.
2. stk. Hvør lestrargrein í útbúgvingini er býtt sundur í ein kravdan og ein valfrían part. Tann
kravdi parturin er millum 70% og 90% av lestrartíðini og samansettur av skeiðum. Tann
valfríi parturin kann setast saman av skeiðum og projektum.
3. stk. Setrið ger lestrarætlanir, ið lýsa tær lestrargreinir og tey skeið, ið tilboð er um.
Lestrarætlamrnar verða sendar landsstýrinum til kunningar.