Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Page 133
149
Próvtøkur
§ 5. í øllum skeiðum skipar Setrið fyri skrivligari, í undantaksføri munnligari próvtøku og,
um neyðugt, fyrru og seinnu endurpróvtøku. Fyrra og seinna endurpróvtøka eru í seinasta lagi
ávikavist ein mánað og tveir mánaðir eftir, at næsta lestrarhálva er byrjað. Eftir tørvi kann Setrið
skipa fyri sjúkrapróvtøku.
2. stk. í serligum føri kann Setrið loyva næmingi at sleppa til próvtøku í sama skeiði fyri 4.
ferð.
3. stk. Eftir 1. og 4. lestrarhálvu eru próvtøkur í skeiðum innan tær høvuðslærugreinir, ið
hoyra til eina lestrargrein. Eftir 2. og 3. lestrarhálvu kann verða skipað fyri próvtøkum.
4. stk. Fyri at næmingur kann sleppa til próvtøku í skeiði, har kravdar royndir hoyra til, skal
hann hava fingið allar royndarfrágreiðingar sínar váttaðar.
5. stk. Fyri skeið verður 13-stigin nýttur í próvdømingini. Til at standa próvtøku krevst í
minsta lagi 6.
6. stk. Næmingur skal hava staðið allar próvtøkur, ið hoyra til eina lestrarhálvu fyri at sleppa
til eftirfylgjandi próvtøkur. Hetta er ikki galdandi fyri næmingar, ið eru tilmeldaðir av parti av
støðisútbúgving.
7. stk. Projekt verða dømd eftir skrivligari frágreiðing. Dømingin er: staðið/ikki staðið.
8. stk. Næmingur hevur lokið støðisútbúgving, um hann innan lestrargrein sína hevur staðið
próvtøkur í øllum skeiðum og fullført projektini við dømingini staðið.
9. stk. Til próvtøkur skal ein av próvdómarunum vera frá stovni uttan fyri Setrið. Uttanseturs
próvdómarar skulu einamest vera frá stovnum, sum Setrið hevur avtalu við um framhaldslestur.
Aðrar reglur
§ 6. Landsstýrið kann í heilt serligum førum eftir tilmæli frá setursráðnum gera frávik í
reglunum í hesari kunngerð.
2. stk. Nærri reglur um deildarskipan, upptøku, undirvísing, heruppií lestrarætlan,
próvtøkur, próvdómarar v.m. verða at áseta í serligari reglugerð, góðkendari av setursráðnum.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi frá 1. juli 1980.
FØROYA LANDSSTÝRI, 13. mai 1980.
Dánjal P. Danielsen (sign.)
landsstýrismaður
/J. Djurhuus (sign.)